Skip to main content

Skúlatænasta á Føroya Forninnissavni

31.08.2009

Arbeiða skúlaflokkar við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu, kunnu Lærarar seta seg samband við savnslæraran og í samstarvi fáa í lag eina undirvísingarskipan.

Partur av skúlaundirvísingini

Søvnini hjá fornminnissavninum kunnu á ymiskan hátt verða partur í skúlaundirvísing á øllum stigum. Málið hjá forninnissavninum er, at fornminnissavnið skal vera eitt fjøltáttað og viðkomandi tilfeingi hjá skúlunum, og miða eftir at menna virksemið í samstarvi við lærarar og næmingar.

Heimasíðan hjá Føroya Forninnissavni er www.fornminni.fo

 

Lagt út: Heini Nygaard