Skip to main content

Vitjið Listasavnið í Savnsfagnaðinum 2009

29.09.2009

Savnsvitjanin kann gerast spennandi og lærurík. Lærarar og næmingar kunnu nú heinta tilfar á Snar at fyrireika vitjan á Listasavn Føroya. Savnslærarin, Oggi Lamhauge, hevur gjørt fjølbroytt tilfar at brúka bæði áðrenn og eftir savnsvitjanina. Øll kunning og tilfar um Savnsfagnaðin 2009 er savnað á serligari síðu á Snar, www.snar.fo/savnsfagnadur, soleiðis at brúkarin skjótt finnur tað hann leitar eftir.

Savnsfagnaður 2009 verður í heystfrítíðini fyri familjur og í vikuni eftir heystfrítíðina fyri skúlaflokkar. Neyðugt er hjá skúlunum at tekna seg við at senda teldupost til Landsmiðstøðina lms@lms.fo áðrenn 30. september.

Tá ið flokkur vitjar Listasavnið, greiðir savnslærarin frá trimum listaverkum,Aldur hjá Janusi Kamban, Bretskur trolari hjá Jack Kampmann og Hagamynd hjá Arnold Vegghamar. Savnslærarin tengir listaverkini til hvør sítt slag av orku, umframt eitt sindur um listamennirnar. Myndir av listaverkinum eru á Snar og heitini her eru slóðir til myndirnar.

Savnslærarin hevur gjørt eina kunning fyri fólkaskúlalærarar og næmingar at seta seg inn í áðrenn vitjanina á Listasavninum.Pdf-skjal kann takast niður og printast út.

Somuleiðis eru trý pdf-skjøl við kreativum uppgávum, sum lærarin saman við næmingunum kann loysa eftir vitjanina. Hvørt pdf-skjal viðger eina av teimum trimum myndunum hjá listamonnunum.

Slóð til kreativu uppgávuna til listaverkið Bretskur trolari hjá Jack Kampmann.

Slóð til kreativu uppgávuna til listaverkið Hagamynd hjá Arnold Vegghamar.

Slóð til kreativu uppgávuna til listaverkið Aldur hjá Janusi Kamban.

Mynd: Hagamynd hjá Arnold Vegghamarfrá 1989

Lagt út: Wenche Andreassen