Skip to main content

Tímalønt lestrarstarv í Námi 

04.01.2022

Hevur tú hug at tjena nakrar krónur við síðuna av lesnaðinum?  

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum lesandi til setanar skjótast gjørligt. Starvið er tímalønt parttíðar starv.  

Talan er um fjølbroytt og áhugavert tímalønt partstíðarstarv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.  

 

Arbeiðsøkið fevnir um:  

  • at vera við til at leggja tilfar inn í okkara kt-skipanir 

  • at hjálpa kt-toyminum við at dagføra snar.fo 

  • at hjálpa bókavørðinum 

  • ymiskt fyrifallandi arbeiði fyri ritstjórarnar 

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:  

  • góðan teldukunnleika 

  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt 

  • góðar samskiftisførleikar  

 

Setanarviðurskifti  

Vit bjóða eitt starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Arbeiðstíðin er eftir avtalu við útgávuleiðaran Sigfríður Sólsker og kt-leiðaran Tóra Slættalíð. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Setanin fer fram skjótast gjørligt.  

 

Umsóknir og samband  

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríður Sólsker, útgávuleiðara í Námi á tel. 555 171 ella við teldupost á sigfridur@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. januar 2022 og skal sendast við telduposti til Sigfríður Sólsker, útgávuleiðara, á sigfridur@nam.fo.