Skip to main content

Útgávuyvirlit

Sparka
Sparka

Fótbóltur, fótbóltur, fótbóltur, vinir, ósemjur og eitt sindur av kærleika.

Møt Vilhjálmi, sum er ellivu ár, og flokki hansara 5.b.

Bláur krabbi - 5. torleikastig

Huckelberry Finn og ævintýr hansara
Huckelberry Finn og ævintýr hansara

Huckelberry Finn orkar ikki longur at búgva í einum húsum og at ganga í nýggjum klæðum, sum skriða.

 

Hann fer eina ferð eftir Mississippi-ánni, og har upplivir hann mong…

Børnini við tokstøðina
Børnini við tokstøðina

Tá ið pápi teirra hvørvur á løgnan hátt, broytist lívið hjá Bobbie, Petur og Phyllis brádliga.

 

Tey mugu flyta heimanífrá út á bygd, men hvønn dag veittra tey til tokið, sum koyrir til…

Askur og músin
Askur og músin

Onkur skavast! Ein mús býr undir skápinum.

Askur setir eina fellu upp. Hann ynskir sær eitt dýr.Helst eina mús. Men pápin ræðist mýs.

Reyður krabbi - triðja torleikastig

Askur og vasin
Askur og vasin

Askur hjálpir abbanum ar flyta.

Hann finnur ein gamlan vasa. Vasin er brotin. Har er ein leyva á honum. Kann er sleppa at eiga vasan? spyr Askur.

Reyður krabbi - triðja…

Dís rýmir

Krabbabók
Dís rýmir
Dís rýmir

Ida og Uni lata lúkuna upp og lova Dís út úr búrinum.

Babba, Dís er rýmd. Hon er vekk! rópar Ida.

 

Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

Æsa vil einki siga
Æsa vil einki siga

Æsa er júst farin upp. Hon fær sær morgunmat sjálv, smyr matpakkan sjálv, vekir mammu sína við at rópa: Hallóóóóóóóóóóóóóóó!

Men mamma Æsu hoyrir hana ikki. Tað er yvirhøvur eingin, sum…

Heini missir mótið
Heini missir mótið

Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði langt burtur frá øðrum.

Heini er vanliga ein glaður drongur, sum tolir alt, men í dag hevur Heini mist mótið. Hann heldur, at alt gongur illa. Hann…

Mina og Svarti

Krabbabók
Mina og Svarti
Mina og Svarti

Mina býr á eini trøð saman við Æsu og lombum hennara.

Ein dagin kemur ein lastbilur, og úr lastini kemur eitt stórt, svart dýr. Tey standa sum kánus. Hvat er hatta? spyrja…

Firvaldur í Føroyum
Firvaldur í Føroyum

Firvaldur er millum vakrastu skordýr í heiminum. Summarfuglur, mølur og heygsmaður eru allir firvaldar.

Í Føroyum eru flestu firvaldarnir smámølir. Firvaldur er allastaðni uttan á…

Rokning 4 - avritsmappa

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 4 - avritsmappa
Rokning 4 - avritsmappa

Rokning 4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki.

Høvuðspartarnir í ROKNING 4 eru:

  • Grundbók a, b
Teseus 5 - Lagnan
Teseus 5 - Lagnan

Eitt ýl hoyrist langt burtur. Tað er Minotaurus. Skrímslið bíðar innast í villiniborgini.

Tey ungu stúgva seg saman. Tey eru bangin. Teseus trínur fram fyri tey. Lagnan er við okkum. Um…

Jákup og bønastongin
Jákup og bønastongin

Jákup og mamman eru fátæk, tey hava ongan mat og ringar vónir um framtíðina ...

 til Jákup hittir ein lítlan mann við nøkrum gandabønum.

Samfelagið og eg - læraravegleiðing
Samfelagið og eg - læraravegleiðing

Læraravegleiðingin til Samfelagið og eg er ætlað sum ígongdsetari og eyka tilfar til læraran.

Endamálið við øllum tilfarinum er, at við næmingabókini, undirvísingargongdunum á Snar og…

At kanna brotsgerðir
At kanna brotsgerðir

Fleiri hundrað prógv kunnu verða funnin á einum gerningstaði.

Nøkur eru púra greið og sjálvsøgd, so sum fótaspor í kava ella ein hamari,sum hevur verið nýttur til at bróta ein rút.onnur…

Annika í Dímun
Annika í Dímun

Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun.

Hon var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.

Mia verður njósnari
Mia verður njósnari

-Skulu vit spæla? spyr Mia. - Nei, sigur Tórur. Mia skilir einki.

Men tá ið hon verður Njósnara-Mia, skilir hin ALT!

Reyður krabbi - triðja torleikastig

Anton hevur lím undir skónum
Anton hevur lím undir skónum

Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast í trænum.

Anton vil fegin upp hagar, men hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir skógvarnar.

Vandamikil dýr
Vandamikil dýr

Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín?

Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr…

Tunnilin
Tunnilin

Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil.

Nær endar hann? So steðgar bilurin

Messi
Messi

91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet.

Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.

Hvítabjørnin
Hvítabjørnin

Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis.

Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er…

Safaripápi
Safaripápi

Pápi Idu og Eli dámar so væl tey villu dýrini. Nú skal øll familjan á safari í Afrika!

Tað kundi verið ein góður túrur - um bara pápin ikki var so býttliga djarvur. Áðrenn tey vita av,…

Ronaldo
Ronaldo

Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan.

Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan…

Læst
Læst

Stóribeiggin larmar, og Inga vil hava frið at lesa. Hon fer við blaðnum inn á vesið.

Endiliga kann hon lesa í frið. Men so sløkkir stóribeiggin ljósið. Og Inga fær ikki vesihurðina upp…

Við fullari ferð
Við fullari ferð

Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað.

Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður…

Atli noyðist at lesa hart
Atli noyðist at lesa hart

Atli heldur næstan alt vera ræðuligt.

Serliga at tosa hart fyri flokkinum um royðrina. Tað skal hann næsta fríggjadag. Men meira Atli veit um royðrina, djarvari verður hann.

Lilla…

Rætt ella skeivt
Rætt ella skeivt

19 meir og minni ósannlíkar søgur.

Tað, sum ljóðar veruligt, kann vera fullkomiliga skeivt. Í bókini fært tú meira at vita um millum annað víkingar, fyrra heimsbardaga og olympisku…

Skúlating stinka
Skúlating stinka

Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating.

Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og…

Skúlaspøkilsi
Skúlaspøkilsi

Tey siga, at tað spøkir i skúlanum. Alda ætlar at prógva, at tað passar ikki.

Tá ið flokkurin skal sova í skúlanum, lokkar hon Gudný við sær oman í ta stongdu gongina. Tað skuldi hon…

  • Vanda tær um málið 2
    Vanda tær um málið 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Vanda tær um málið 3
    Vanda tær um málið 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Villini súgdjór í útnorðri
    Villini súgdjór í útnorðri

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er…

  • Trøllini á Skálavøllum
    Trøllini á Skálavøllum

    Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað.…

  • Ungi er í egginum
    Ungi er í egginum

    Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
    Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

    Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti, Sálmabók Føroya Kirkju við teksti og Bíbliukortabókina við hondina. Aftast í…

  • Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
    Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

    Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti, Sálmabók Føroya Kirkju við teksti og Bíbliukortabókina við hondina. Aftast í…

  • Vit práta og tekna 1
    Vit práta og tekna 1

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er ein nýggj og nakað broytt útgáva. Bókin er…

  • Vit práta og tekna 2
    Vit práta og tekna 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Vit práta og tekna 2 er komin út í nýggjum og…

  • Vit práta og tekna 3
    Vit práta og tekna 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Einnýtisbøkurnar Vit práta og tekna 1-3 eru ætlaðar…

  • Vit práta og tekna 1-2-3
    Vit práta og tekna 1-2-3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er arbeiðsbók til Vit práta og tekna…

  • Ábal og aðrar søgur
    Ábal og aðrar søgur

    Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli. Ábal og aðrar stuttsøgur er um vinarlag,…

  • Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
    Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

    Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans.

    Arbeiðsheftið er skipað soleiðis, at fyrst koma spurningar til hvørja søgu sær.…

  • Alibaba
    Alibaba

    Alibaba

    - ævintýr úr 1001 nátt

    Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til evnisarbeiði um t. d. ævintýr.

  • Bolivia
    Bolivia

    Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið í dag lýst, umframt partar av søguni. Sjónbandið Taepo - eitt dagsverk -…

  • Ein skúladagur í K.
    Ein skúladagur í K.

    Ein skúladagur í K.

    Føroyskar skemtisøgur

    Hetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.

  • Ein genta úr gamla Kina
    Ein genta úr gamla Kina

    Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

  • Eitt dukkuheim
    Eitt dukkuheim

    Eitt dukkuheim

    Sjónleikur í trimum pørtum

    Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.

  • At taka dagar ímillum
    At taka dagar ímillum

    At taka dagar ímillum

    Um at ummæla og eitt úrval av ummælum

    Bókin er ætlað sum ein stuðul í bókmentaundirvísingini. Fyrst er ein lýsing av tí at ummæla og seinni er eitt úrval av ummælum. Ummælisparturin er trýbýttur: ummæli av føroyskum bókmentum, av bókmentum týddar til føroyskt og av yrkisbókmentum.

  • Føroya jarðfrøði
    Føroya jarðfrøði

    Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…

  • Lærið íslendskt 1
    Lærið íslendskt 1

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt 2
    Lærið íslendskt 2

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt
    Lærið íslendskt

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Óli og Anna
    Óli og Anna

    Óli og Anna

    Lætt lesing 1

    Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ansa tær, lítla mús
    Ansa tær, lítla mús

    Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Kettan, sum hvarv
    Kettan, sum hvarv

    Kettan, sum hvarv

    Lætt lesing 3

    Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tríggir firvaldar fóru á flog
    Tríggir firvaldar fóru á flog

    Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tann lítli murturin, sum vildi spæla
    Tann lítli murturin, sum vildi spæla

    Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ein kaka og ein drongur
    Ein kaka og ein drongur

    Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Luthers Katekismus
    Luthers Katekismus

    Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr. Næs.