Skip to main content

Útgávuyvirlit

Kalt blóð - Tey horvnu børnini

Kalt blóð 1 - Krabbabók
Kalt blóð - Tey horvnu børnini
Kalt blóð - Tey horvnu børnini

Teitur gongur heim úr skúla. hann hugsar um tey níggju børnini, sum eru horvin.

Eingin veit, hvat er vorðið av teimum. tey eru bara horvin.

Teitur heldur hetta vera óhugnaligt.

Hann hoyrir ikki…

Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin

Kalt blóð 2 - krabbabók
Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin
Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin

Sigrið fer at vitja Teit á sjúkrahúsinum.

Hon fer inn á skeiva stovu. har liggur ein ógvuliga sjúkur drongur.

Hon skundar sær út. Men í somu løtu ber hon eyga við ein mann. var tað læknin? Og hvat…

Sakarias traðkar á strikurnar
Sakarias traðkar á strikurnar

Sakarias traðkar á strikurnar er onnur av fimm bókum um drongin Sakarias. Á veg í skúla hoppar hann á flísunum. Traðkar tú at strikurnar millum flísarnar, kann tað hava óeydnu við sær. Ella…

Kalt blóð 3 - Hin stóri dreygurin

Kalt blóð 3- krabbabók
Kalt blóð 3 - Hin stóri dreygurin
Kalt blóð 3 - Hin stóri dreygurin

Eitt stórt, myrkt skepilsi kemur til sjóndar.

Tað kemur beint ímóti Teiti.

Teir renna saman.

Teitur starir upp í andlitið á honum.

Tað er bleikt og gulligt ... sum um hann er deyður.

Triðja…

Mussa meg týsdagin
Mussa meg týsdagin

Mussa meg týsdagin er fitt søga um Elin, ið elskar Búa, sum er nýggjur í flokkinum. Hann hevur sagt, at hann ætlar at mussa tríggjar gentur týsdagin í vaskirúminum. Tey hava kastað kut, og Lisa og…

Sakarias og hini
Sakarias og hini

Sakarias og hini er fyrsta av fimm bókum um drongin Sakarias, ið veksur upp saman við mammu síni og tveimum eldri beiggjum. Beiggjarnir arga Sakarias og siga, at hann líkist eini gentu. Men…

Pál fer til læknan
Pál fer til læknan

Hetta er stuttlig søga um Pál og pápan. Pál hevur ilt í oyranum og fer til læknan. Men knappliga verður læknin ússaligur og má leggja seg.

Hildigunn Niclasen týddi. Bókin er bólkað til 3.…

Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

Sólin sá bil og bát í á
Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á
Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

Súlubók 4 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu átta bókstavirnar í Súluni.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir…

Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

Sólin sá Ásu og ÿla í á
Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á
Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

Súlubók 3 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu sjey bókstavirnar í Súluni. 

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin…

Súlan - Lærarabók
Súlan - Lærarabók

Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar um, hvussu teir kunnu arbeiða við bókstava- og ljóðbókini Súlan.

Súlan - Bókstava- og ljóðbók

Bókstava- og ljóðbók
Súlan - Bókstava- og ljóðbók
Súlan - Bókstava- og ljóðbók

Bókin Súlan er ætlað sum undirvísingartilfar í føroyskum í 1. flokki. Í bókini lesa og arbeiða børnini við bókstavunum og tvíljóðunum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu. Á aðrari síðuni er ein…

Skygni 3B - Læraramappa
Skygni 3B - Læraramappa

Læraramappa til Skygni 3B. Í læraramappuni eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Hjá næmingunum verður sjónligasta broytingin við Skygni 3, at ongar fryntasøgur eru. Í Skygni 3 er meiri…

Skygni 3B - Næmingabók
Skygni 3B - Næmingabók

Hetta er nýggj roknibók til 3. flokk og framhald av Skygni 3A. Til útgávuheildina Skygni 3B eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 3A og B. Stórar broytingar eru gjørdar í mun…

Skygni 3A/B - Avritsmappa
Skygni 3A/B - Avritsmappa

Avritsmappa til Skygni 3A. Í avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður. Avritssíðurnar eru innihaldsliga knýttar at næmingabókunum og eru tískil partur av tí samlaða tilfarinum í…

Skygni 3A - Læraramappa
Skygni 3A - Læraramappa

Læraramappa til Skygni 3A. Í læraramappuni eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Hjá næmingunum verður sjónligasta broytingin við Skygni 3, at ongar fryntasøgur eru. Í Skygni 3 er meiri…

Skygni 3A - Næmingabók
Skygni 3A - Næmingabók

Hetta er nýggj roknibók til 3. flokk og framhald av Skygni 2B. Til útgávuheildina Skygni 3A eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 3A og B. Stórar broytingar eru gjørdar í mun…

Mandy at home - Sangir
Mandy at home - Sangir

Til læraran er gjørd fløga við sangunum úr lesibókini. Á fløguni eru 14 sangir, ið børn og vaksin syngja. Kend løg sum My Bonnie, Auld Lang Syne og Away in a manger eru við. Fløgan er ætlað lærarum…

Týskt 1

Skrivligt týskt til framhaldsdeild
Týskt 1
Týskt 1

Týskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8. flokk. Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum og er ætlað til fyrru hálvu av 8. flokki.

Í bókini eru…

TRAS. Blað
TRAS. Blað

Sernámsdepilin hevur saman við Mentamálaráðnum og Føroya Skúlabókagrunni tikið stig til at geva út tilfar at nýta á dagstovnum.

Tilfarið er upprunaliga norskt, og granskarar og starvsfólk…

TRAS

Handbók
TRAS
TRAS

Sernámsdepilin hevur saman við Mentamálaráðnum og Føroya Skúlabókagrunni tikið stig til at geva út tilfar at nýta á dagstovnum.

Tilfarið er upprunaliga norskt, og granskarar og starvsfólk…

Teknmál
Teknmál

Fløgan er ætlað foreldrum, børnum, lærarum og pedagogum, teimum sum tørvar eina fløgu við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu samskifta við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men fløguna kunnu…

Støðisgreining, Forskúlin - næmingabók
Støðisgreining, Forskúlin - næmingabók

Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí…

Støðisgreining, Forskúlin - lærarabók
Støðisgreining, Forskúlin - lærarabók

Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí…

Støðisgreining, 3. flokkur - lærarahefti
Støðisgreining, 3. flokkur - lærarahefti

Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður…

Støðisgreining, 2. flokkur- næmingahefti
Støðisgreining, 2. flokkur- næmingahefti

Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí…

Støðisgreining, 2. flokkur- lærarabók
Støðisgreining, 2. flokkur- lærarabók

Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí…

Støðisgreining, 1. flokkur - næmingahefti
Støðisgreining, 1. flokkur - næmingahefti

Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí…

Støðisgreining, 1. flokkur - lærarabók
Støðisgreining, 1. flokkur - lærarabók

Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí…

Súlubók 1- Sólin sá lás í á
Súlubók 1- Sólin sá lás í á

Súlubók 1er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.

Orðamyndir: sólin, Ása. Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta…

Súlubók 2 - Sólin sá ís í á
Súlubók 2 - Sólin sá ís í á

Súlubók 2 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu seks bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t.

Orðamyndir: sólin, Ása.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar…

  • Sparka
    Sparka

    Fótbóltur, fótbóltur, fótbóltur, vinir, ósemjur og eitt sindur av kærleika.

    Møt Vilhjálmi, sum er ellivu ár, og flokki hansara 5.b.

    Bláur krabbi - 5. torleikastig

  • Huckelberry Finn og ævintýr hansara
    Huckelberry Finn og ævintýr hansara

    Huckelberry Finn orkar ikki longur at búgva í einum húsum og at ganga í nýggjum klæðum, sum skriða.

     

    Hann fer eina ferð eftir Mississippi-ánni, og har upplivir hann mong ævintýr.

    Lilla krabbi - 4. torleikastig

  • Børnini við tokstøðina
    Børnini við tokstøðina

    Tá ið pápi teirra hvørvur á løgnan hátt, broytist lívið hjá Bobbie, Petur og Phyllis brádliga.

     

    Tey mugu flyta heimanífrá út á bygd, men hvønn dag veittra tey til tokið, sum koyrir til London, og senda eina heilsan til pápan. Fara tey nakrantíð at síggja hann…

  • Askur og músin
    Askur og músin

    Onkur skavast! Ein mús býr undir skápinum.

    Askur setir eina fellu upp. Hann ynskir sær eitt dýr.Helst eina mús. Men pápin ræðist mýs.

    Reyður krabbi - triðja torleikastig

  • Askur og vasin
    Askur og vasin

    Askur hjálpir abbanum ar flyta.

    Hann finnur ein gamlan vasa. Vasin er brotin. Har er ein leyva á honum. Kann er sleppa at eiga vasan? spyr Askur.

    Reyður krabbi - triðja torleikastig

  • Dís rýmir
    Dís rýmir

    Dís rýmir

    Krabbabók

    Ida og Uni lata lúkuna upp og lova Dís út úr búrinum.

    Babba, Dís er rýmd. Hon er vekk! rópar Ida.

     

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi

  • Æsa vil einki siga
    Æsa vil einki siga

    Æsa er júst farin upp. Hon fær sær morgunmat sjálv, smyr matpakkan sjálv, vekir mammu sína við at rópa: Hallóóóóóóóóóóóóóóó!

    Men mamma Æsu hoyrir hana ikki. Tað er yvirhøvur eingin, sum nakrantíð hoyrir tað, sum Æsa hevur at siga. Ongantíð.

  • Heini missir mótið
    Heini missir mótið

    Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði langt burtur frá øðrum.

    Heini er vanliga ein glaður drongur, sum tolir alt, men í dag hevur Heini mist mótið. Hann heldur, at alt gongur illa. Hann heldur seg vera ein øgiliga, øgiliga lítlan drong.

  • Mina og Svarti
    Mina og Svarti

    Mina og Svarti

    Krabbabók

    Mina býr á eini trøð saman við Æsu og lombum hennara.

    Ein dagin kemur ein lastbilur, og úr lastini kemur eitt stórt, svart dýr. Tey standa sum kánus. Hvat er hatta? spyrja tey.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.

  • Firvaldur í Føroyum
    Firvaldur í Føroyum

    Firvaldur er millum vakrastu skordýr í heiminum. Summarfuglur, mølur og heygsmaður eru allir firvaldar.

    Í Føroyum eru flestu firvaldarnir smámølir. Firvaldur er allastaðni uttan á Suðurpólinum. Í Føroyum eru 155 sløg av firvaldi skrásett. 

    Bókin eru…

  • Rokning 4 - avritsmappa
    Rokning 4 - avritsmappa

    Rokning 4 - avritsmappa

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 4 eru:

    • Grundbók a, b
    • Lærarabók a, b
    • Uppgávubók
    • Avritsmappa
    • Hálvársroyndog…
  • Teseus 5 - Lagnan
    Teseus 5 - Lagnan

    Eitt ýl hoyrist langt burtur. Tað er Minotaurus. Skrímslið bíðar innast í villiniborgini.

    Tey ungu stúgva seg saman. Tey eru bangin. Teseus trínur fram fyri tey. Lagnan er við okkum. Um vit halda saman, koma vit øll út aftur.

  • Jákup og bønastongin
    Jákup og bønastongin

    Jákup og mamman eru fátæk, tey hava ongan mat og ringar vónir um framtíðina ...

     til Jákup hittir ein lítlan mann við nøkrum gandabønum.

  • Samfelagið og eg - læraravegleiðing
    Samfelagið og eg - læraravegleiðing

    Læraravegleiðingin til Samfelagið og eg er ætlað sum ígongdsetari og eyka tilfar til læraran.

    Endamálið við øllum tilfarinum er, at við næmingabókini, undirvísingargongdunum á Snar og læraravegleiðingini, hevur lærarin tilfar, honum tørvar fyri at fylgja námsætlanini…

  • At kanna brotsgerðir
    At kanna brotsgerðir

    Fleiri hundrað prógv kunnu verða funnin á einum gerningstaði.

    Nøkur eru púra greið og sjálvsøgd, so sum fótaspor í kava ella ein hamari,sum hevur verið nýttur til at bróta ein rút.onnur prógv ber næstan ikki til at síggja. Serfrøðingar siga okkum,hvat ið hendir við…

  • Annika í Dímun
    Annika í Dímun

    Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun.

    Hon var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.

  • Mia verður njósnari
    Mia verður njósnari

    -Skulu vit spæla? spyr Mia. - Nei, sigur Tórur. Mia skilir einki.

    Men tá ið hon verður Njósnara-Mia, skilir hin ALT!

    Reyður krabbi - triðja torleikastig

  • Anton hevur lím undir skónum
    Anton hevur lím undir skónum

    Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast í trænum.

    Anton vil fegin upp hagar, men hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir skógvarnar.

  • Vandamikil dýr
    Vandamikil dýr

    Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín?

    Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr kunnu vera vandamikil av ymiskum orsøkum. Tey kunnu vera bangin, svong ella royna…

  • Tunnilin
    Tunnilin

    Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil.

    Nær endar hann? So steðgar bilurin

  • Messi
    Messi

    91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet.

    Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis.

    Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er eitt hótt djór.

  • Safaripápi
    Safaripápi

    Pápi Idu og Eli dámar so væl tey villu dýrini. Nú skal øll familjan á safari í Afrika!

    Tað kundi verið ein góður túrur - um bara pápin ikki var so býttliga djarvur. Áðrenn tey vita av, hevur hann lopið hvøkk á sebrurnar og fingið eina gorillu at koma eftir teimum. Og…

  • Ronaldo
    Ronaldo

    Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan.

    Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan fyri vøllin.

  • Læst
    Læst

    Stóribeiggin larmar, og Inga vil hava frið at lesa. Hon fer við blaðnum inn á vesið.

    Endiliga kann hon lesa í frið. Men so sløkkir stóribeiggin ljósið. Og Inga fær ikki vesihurðina upp aftur. Nú er tað ikki stuttligt longur.

  • Við fullari ferð
    Við fullari ferð

    Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað.

    Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður aftur á brekkuna. So verður alt kvirt.

    Lilla krabbabók-4.torleikastig

  • Atli noyðist at lesa hart
    Atli noyðist at lesa hart

    Atli heldur næstan alt vera ræðuligt.

    Serliga at tosa hart fyri flokkinum um royðrina. Tað skal hann næsta fríggjadag. Men meira Atli veit um royðrina, djarvari verður hann.

    Lilla krabbi - 4. torleikastig

  • Rætt ella skeivt
    Rætt ella skeivt

    19 meir og minni ósannlíkar søgur.

    Tað, sum ljóðar veruligt, kann vera fullkomiliga skeivt. Í bókini fært tú meira at vita um millum annað víkingar, fyrra heimsbardaga og olympisku leikirnar.

  • Skúlating stinka
    Skúlating stinka

    Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating.

    Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og mamman skilir ikki, hvat Stina upplivir í skúlanum, tí alt gongur so væl heima, men…

  • Skúlaspøkilsi
    Skúlaspøkilsi

    Tey siga, at tað spøkir i skúlanum. Alda ætlar at prógva, at tað passar ikki.

    Tá ið flokkurin skal sova í skúlanum, lokkar hon Gudný við sær oman í ta stongdu gongina. Tað skuldi hon ongantíð gjørt!