Skip to main content

Útgávuyvirlit

Trøllini á Skálavøllum
Trøllini á Skálavøllum

Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara.…

Ungi er í egginum
Ungi er í egginum

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit práta og tekna 1-2-3
Vit práta og tekna 1-2-3

<span&hellip;

Ábal og aðrar søgur
Ábal og aðrar søgur

Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at…

Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum…

Alibaba

- ævintýr úr 1001 nátt
Alibaba
Alibaba

Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til…

Bolivia
Bolivia

Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið…

Ein skúladagur í K.

Føroyskar skemtisøgur
Ein skúladagur í K.
Ein skúladagur í K.

Hetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.

Ein genta úr gamla Kina
Ein genta úr gamla Kina

Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

Eitt dukkuheim

Sjónleikur í trimum pørtum
Eitt dukkuheim
Eitt dukkuheim

Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.

At taka dagar ímillum

Um at ummæla og eitt úrval av ummælum
At taka dagar ímillum
At taka dagar ímillum

Bókin er ætlað sum ein stuðul í bókmentaundirvísingini. Fyrst er ein lýsing av tí at ummæla og seinni er eitt úrval av ummælum. Ummælisparturin er trýbýttur: ummæli av føroyskum bókmentum, av…

Føroya jarðfrøði
Føroya jarðfrøði

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum,…

Lærið íslendskt 1
Lærið íslendskt 1

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt 2
Lærið íslendskt 2

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt
Lærið íslendskt

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Óli og Anna

Lætt lesing 1
Óli og Anna
Óli og Anna

Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á…

Ansa tær, lítla mús
Ansa tær, lítla mús

Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

  • Bíbliusøgur
    Bíbliusøgur

    Søgurnar, sum eru úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti, eru rættiliga langar og hóska tí væl at lesa fyri yngri børnum, og tær kunnu eisini nýtast í miðdeild fólkaskúlans.

  • Barnabíblia - 50 bíbliusøgur
    Barnabíblia - 50 bíbliusøgur

    Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava givið bókina út í felag. Á Barnabíbliuni eru 50 kendar bíbliusøgur úr Gamla- og Nýggja Testamenti, sum kendi danski presturin, Johannes Møllehave, hevur skrivað. Á Barnabíbliuni er eisini ein fløga. 12 av søgunum…

  • Bókhald og ársroknskapur
    Bókhald og ársroknskapur

    Bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til lærugreinina virkisbúskap stig B í Hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum. Innihaldið er skipað soleiðis, at tað gevur lesaranum natúrliga framgongd í lærugreinini. So hvørt sum nýggj evni verða tikin upp, kann…

  • Bókhald og ársroknskapur. Uppgávur
    Bókhald og ársroknskapur. Uppgávur

    Hetta er uppgávuhefti til bókina Bókhald og ársroknskap, ið er ætlað til lærugreinina virkisbúskap stig B í hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum. Innihaldið er skipað soleiðis, at tað gevur lesaranum natúrliga framgongd í lærugreinini. Uppgávurnar fylgja kapitlunum í…

  • Virkið
    Virkið

    Virkið

    Virkisbúskapur

    Henda bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er Virkið ætlað lærugreinini virkisbúskapur í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum búskapur, virkiskarmurin, virkið og…

  • Fyriskipan
    Fyriskipan

    Fyriskipan

    Virkisbúskapur

    Fyriskipan eftir Heðin Samuelsen, lærara í Føroya Handilsskúla í Havn, er tann seinasta bókin av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað til lærugreinina virkisbúskapur í Hægri handilsútbúgving.…

  • Kostnaðarlæra
    Kostnaðarlæra

    Kostnaðarlæra

    Virkisbúskapur

    Henda bókin er tann triðja av fýra bókum í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað at nýta í undirvísingini í virkisbúskapi í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum fastur og…

  • Kostnaðarlæra. Uppgávur
    Kostnaðarlæra. Uppgávur

    Hetta er uppgávuhefti til bókina Kostnaðarlæru, ið er ætlað til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað til undirvísing í virkisbúskapi í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum fastur og broytiligur kostnaður,…

  • Búskapur og roknskapur
    Búskapur og roknskapur

    Henda triðja útgáva er nógv broytt í mun til fyrstu og aðru útgávu, ið komu í 1990 og 1992. Bókin er ætlað til lærugreinina virkisbúskapur á C-stigi í handilsskúlanum og samsvarar við lesiætlanina í hesari lærugrein. Men hon kann eisini verða brúkt á skeiðum og í sjálvlestri av…

  • Búskapur og roknskapur
    Búskapur og roknskapur

    Henda triðja útgáva er nógv broytt í mun til fyrstu og aðru útgávu, ið komu í 1990 og 1992. Høvundarnir hava endurskoðað, økt og dagført bókina, og miðað hevur verið eftir at gera uppgávubókina fjøltáttaða, eins og roynt verður at fylgja við fakliga rákinum innan frálæruna í…

  • Deutsch schreiben
    Deutsch schreiben

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta heftið er ætlað teimum, sum hava fingið eina…

  • Djór í vanda
    Djór í vanda

    Á bókini verða spurningar viðvíkjandi okkara røkt av náttúruni settir, við serligum atliti at djórarøkt. Nomið verður við, at tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð aftur. Gjøgnum jarðarinnar longu menningarsøgu eru nógv djórasløg íkomin og horvin…

  • Døgurðabókin - hin grøna
    Døgurðabókin - hin grøna

    Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum, men uppskriftirnar hóska eisini væl í dagliga húsarhaldinum. Rættirnir eru ódýrir og skjótir at gera. Á bókini eru 90 uppskriftir, sum fevna um døgurðar, súpanir og omaná, umframt baking og kóking. Maria Vilhelm…

  • Døgurðabókin - hin reyða
    Døgurðabókin - hin reyða

    Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum og er framhald av tí grønu Døgurðabókini. Á bókini eru góðar 100 uppskriftir, sum fevna um døgurðar, súpanir og omaná, umframt baking og kóking. Harafturat eru køks- og bakireglur, stutt um fitievni, ger, sukur og…

  • Dýr og dorg - Næmingabók
    Dýr og dorg - Næmingabók

    Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini eiga tey at sleppa at tekna tað, tey hava lisið. Nógv í bókini kann verða nýtt…

  • Dýr og dorg - Skrivibók
    Dýr og dorg - Skrivibók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er skrivibók til lesibókina Dýr og…

  • Dýr og dorg - Svarlisti
    Dýr og dorg - Svarlisti

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er svarlisti til uppgávurnar í skrivbókini…

  • Eg eigi
    Eg eigi

    Bókin minnir ikki sørt um Miu og Dia, sum í fleiri ár hevur verið brúkt í skúlanum sum lesibók í teimum yngstu flokkunum. Eitt eyðkennið er, at fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla gerandissøgu, sum børnini hava lætt við at kenna aftur, og sum er løtt at lesa, tí…

  • Eg skrivi 1
    Eg skrivi 1

    Eg skrivi 1

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera…

  • Eg skrivi 2
    Eg skrivi 2

    Eg skrivi 2

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam hevur skrivað og Edward Fuglø hevur teknað. Eg skrivi 1 kom út á sumri 2003. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera…

  • Eg síggi teg ikki
    Eg síggi teg ikki

    Bókin er um eina blinda gentu. Men hetta er eisini ein bók um, hvussu tað er at vera brekaður í einum umhvørvi, sum er fyri vanlig fólk. Á bókini eru nógvar fotomyndir og tekningar, ið saman við tekstinum lýsa støðuna hjá sjónbrekaðum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Ein bygd í Ísrael fyri 2000 árum síðani
    Ein bygd í Ísrael fyri 2000 árum síðani

    Bókin er um eitt jødiskt húski, ið livdi í Ísrael fyri 2000 árum síðani. Vit vita, at Jesus var føddur í Ísrael fyri umleið 2000 árum síðani. Fyri at skilja so nógv sum gjørligt av tí, sum Jesus segði og gjørdi, verður í bókini roynt at greiða eitt sindur frá samfelagnum tá á…

  • Ein ferð inn í føroyskt
    Ein ferð inn í føroyskt

    Ein ferð inn í føroyskt

    - eitt sindur um mállæru fyri leik og lærd

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Ein ferð inn í føroyskt, við undirheitinum eitt sindur um mállæru fyri leik og lærd,…

  • Ein kvistur spretti...
    Ein kvistur spretti...

    Ein kvistur spretti...

    Keldur til Føroya søgu 1879-1906

    Á hesum savni av keldum til Føroya søgu er høvuðsdenturin lagdur á at lýsa framvøksturin av tjóðskaparkensluni og tjóðskaparrørsluni fram til nýggjan føroyskan sjálvstýrispolitikk og flokkaskipan á tingi. Av keldum kunnu nevnast brævaskifti millum Enok og Christian Bærentsen,…

  • Ellæra 1
    Ellæra 1

    Ellæra 1

    Almenn alisfrøði

    Ellæra 1 viðger tættir sum: Streym og løðing, Elektrisk felt og potential, Mótstøðu og spenning og Elektromotoriska kraft í streymrásum. Á kapitlunum eru uppgávur, og aftast í bókini er uppískoyti við ymsum eindum og yvirlitum og leitorð. Á breddanum eru myndir og stuttar…

  • Mekanikkur 1
    Mekanikkur 1

    Mekanikkur 1

    Almenn alisfrøði

    Mekanikkur I viðger tættir sum: 1. Mál, mát og vekt, 2. Rørslulæru, 3. Kraft og kraftlógir, 4. Arbeiði og orku, 5. Trýst, 6. Mýlaástøði, 7. Hita, 8. Gasslógirnar og 9. Varmalæru. Aftast í hvørjum kapitli eru uppgávur. Í bókini er eitt uppískoyti við ymsum eindum og yvirlitum…

  • Mekanikkur 2
    Mekanikkur 2

    Mekanikkur 2

    Almenn alisfrøði

    Í Mekanikki 2 verða viðgjørdir tættir sum: Orka, Aldur, Rørsla, Harmonisk rørsla, Gnígging, Samvorðið kraftfelt, Rørsla í miðsóknum kraftfelti, Impulsur, Bitlaskipanir, Snaring og Impulsmoment. Aftast í hvørjum kapitli eru uppgávur. Í bókini eru uppískoyti við m.ø. ymsum…

  • Ensk mállæra
    Ensk mállæra

    Ensk mállæra viðger allar grundleggjandi mállærureglur og bendingar og vísir við dømum á munir og líkleikar millum enskt og føroyskt. Evnini í mállæruni eru viðgjørd soleiðis, at bókin lýkur krøvini til fráfaringarroynd fólkaskúlans. Bókin er greidliga skipað og løtt at leita í,…

  • Ensk mállæra - arbeiðsbók
    Ensk mállæra - arbeiðsbók

    Hetta er ein arbeiðsbók til bókina Ensk mállæra. Tað eru tær báðar Ása Hátún og Una Poulsen, lærarar, sum hava gjørt arbeiðsbókina. Bókin fylgir mállærunum Ensk mállæra og Lær teg enskt og fer ígjøgnum tær mállærureglur, sum fólkaskúlalógin krevur til víðkaða fráfaringarroynd…

  • Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók
    Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók

    Ensk mállæra - svarlisti til arbeiðsbók

    Arbeiðsbók. Vegleiðandi svarlisti

    Hetta er svarlisti til arbeiðsbókina til enska mállæru. Arbeiðsbókin fylgir mállærunum Ensk mállæra og Lær teg enskt og fer ígjøgnum tær mállærureglur, sum fólkaskúlalógin krevur til víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans í skrivligum enskum. Á arbeiðsbókini eru frágreiðingar,…