Útgávuyvirlit
Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar…
Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…
Um livikor føroyinga
Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er…
Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað.…
Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti, Sálmabók Føroya Kirkju við teksti og Bíbliukortabókina við hondina. Aftast í…
Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti, Sálmabók Føroya Kirkju við teksti og Bíbliukortabókina við hondina. Aftast í…
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Hetta er ein nýggj og nakað broytt útgáva. Bókin er…
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Vit práta og tekna 2 er komin út í nýggjum og…
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Einnýtisbøkurnar Vit práta og tekna 1-3 eru ætlaðar…
Vit práta og tekna 1-2-3
ArbeiðsbókGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Hetta er arbeiðsbók til Vit práta og tekna…
Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli. Ábal og aðrar stuttsøgur er um vinarlag,…
Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans.
Arbeiðsheftið er skipað soleiðis, at fyrst koma spurningar til hvørja søgu sær.…
Alibaba
- ævintýr úr 1001 náttEin dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til evnisarbeiði um t. d. ævintýr.
Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið í dag lýst, umframt partar av søguni. Sjónbandið Taepo - eitt dagsverk -…
Ein skúladagur í K.
Føroyskar skemtisøgurHetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.
Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.
Eitt dukkuheim
Sjónleikur í trimum pørtumSjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.
At taka dagar ímillum
Um at ummæla og eitt úrval av ummælumBókin er ætlað sum ein stuðul í bókmentaundirvísingini. Fyrst er ein lýsing av tí at ummæla og seinni er eitt úrval av ummælum. Ummælisparturin er trýbýttur: ummæli av føroyskum bókmentum, av bókmentum týddar til føroyskt og av yrkisbókmentum.
Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…
Lærið íslendskt 1
MállæraLærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.
Lærið íslendskt 2
TekstirLærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.
Lærið íslendskt
LjóðbandLærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.
Óli og Anna
Lætt lesing 1Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.
Ansa tær, lítla mús
Lætt lesing 2Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.
Kettan, sum hvarv
Lætt lesing 3Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.
Tríggir firvaldar fóru á flog
Lætt lesing 4Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.
Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Lætt lesing 5Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.
Ein kaka og ein drongur
Lætt lesing 6Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.
Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr. Næs.