Útgávuyvirlit
Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar…
Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…
Um livikor føroyinga
Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…
Lesibók til 7. skúlaár
til 7. skúlaárÍ bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Hvat gat eg sagt, Rætt mær hond, Fáur fær tráðin heilt slættan, Føgur var náttin, Grør so fagurt, Rógva teir, Millum fjals og fjøru, Um fremmandan fjørð, Grannar og Minnast vit enn.…
Lær teg enskt
MállæraLær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er skrivað út frá royndum hjá høvundunum sum lærarar í fólkaskúla og læraraskúla. Lær…
Lív og gróður er um sambandið millum alt livandi á jørðini, um planturnar, sum eru grundarlagið undir øllum lívi, um gróðrarvánir, vistskipan og føðiketur. Bókin viðger trý plantusamfeløg, og tey eru í vegjaðaranum, í veitini og húsanna millum. Fotomynd er av hvørjari plantu,…
Bókin er ætlað sum frálærutilfar í seinnu helvt av framhaldsdeildini. Hon byrjar við at greiða frá kyknuni, sigur so frá teimum ymisku vevnaðunum, sum laða upp kroppin. Greitt verður frá evnisbroytingum og frá smittu og smittusjúkum, fyribyrging og verndartiltøkum. Seinni partur…
Bókin er ætlað sum frálærutilfar í framhaldsdeildini. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst verður greitt frá um høvini og smáplantur og smádýr í sjónum. Síðani verða kópur og hvalur og nakrir fiskar í føroyskum sjógvi viðgjørdir. Fuglalívið verður eisini viðgjørt eins og lívið í…
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Mannakroppurin er ein upplýsandi og áhugaverd bók…
Maturin
VørukunnleikiHetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku. Tað hendir so nógv á matvøruøkinum, at neyðugt er at fylgja við.
Tættirnar…
Men lívið lær
SkaldsøgaHetta er ein skúlaútgáva av skaldsøguni Men lívið lær eftir Heðin Brú. Skaldsøgan er ein virðismikil lýsing av broytingartíðini um aldarskiftið 18. – 19. øld, tá føroyingurin m.a. tveitti av sær bátsbandið og steig úr miðøld út í eina ljósari tíð. Bergljót av Skarði hevur…
Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur
Úr lesibók til 6. og 7. skúlaárUpplestur og sangur. A: Lesibók til 6. skúlaár, bls. 265-277. B: Lesibók til 7. skúlaár, bls. 376-393. Þóra Þóroddsdóttir lesur.
Náttúra og umhvørvi
LandafrøðiJørð, luft og vatn eru frumevni, ið eru grundtreytir fyri livilíkindum hjá mannaættini. Hetta er náttúruumhvørvið. Í bókini verður greitt frá, hvussu jørðin melur í rúmdini, og hvussu hetta skipar eitt alheimsligt veðurlag og plantugróður, ið aftur eru karmar um…
Náttúra og umhvørvi
Landafrøði. ArbeiðsheftiÍheftinum eru uppgávur um jørðina, veðurlagið, havið, veðurlags- og gróðurbelti, jarðarknøttin, kort og Føroya jarðfrøði.
Mentan og umhvørvi
LandafrøðiMenniskju eru við til at skapa umhvørvið. Tey byggja hús, gera verksmiðjur og vegir.Tey taka ráevni úr jørðini og dálka. Tey flyta vørur um allan heimin og ávirka soleiðis umhvørvið. Bókin er um, hvat menniskju framleiða ymsastaðni í heiminum, og um, hvussu…
Mentan og umhvørvi
Landafrøði. ArbeiðsheftiÍ heftinum verða menniskjans vinnuvegir viðgjørdir; hvat vit virka, hvussu nógv vit virka, og til hvørji vit virka. Hefti gevur einum betri møguleika at skilja nógvar av teim trupulleikum, vit lesa um í bløðum ella hoyra um í útvarpi og sjónvarpi.
Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar
Snípa. 2 fjaðrarGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Hetta er ískoytislesibók til byrjanarlesing. Tað serliga við hesari bókini er, at hon er prentað í tveimum ymiskum…
Morgun - Snípubók - 1 fjøður
Snípa. 1 fjøðurGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Hetta er ískoytislesibók til byrjanarlesing. Tað serliga við hesari bókini er, at hon er prentað í tveimum ymiskum…
Vár - Snípubók - 1 fjøður
Snípa. 1 fjøðurGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Vár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í…
Vár - Snípubók - 2 fjaðrar
Snípa. 2 fjaðrarGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Vár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í…
Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir, ein listi er við…
Nicaragua
- eitt øðrvísi samfelagTil at lýsa gerandisdagin í Nicaragua skrivar Mary-Ann Jacobsen dagbøkur frá ferð síni har í 1987. Fyri at skilja støðuna tá betur verður í stuttum greitt frá søguni, landafrøðiligum og etniskum viðurskiftum í teksti, tølum og talvum. Nágreiniliga verður greitt frá…
Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu menningina, ið er ein sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi. Í hesi bók venda tekstur…
Hetta er arbeiðsbók til grundbókina, Náttúra og tøkni 1. Greiðar tekningar og stuttur tekstur siga næmingunum frá, hvussu royndirnar skulu gerast. Pláss er at skriva úrslit av royndunum í arbeiðsbókini. Amboð til royndirnar kunnu keypast frá Bókamiðsøluni.
Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.
Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og…
Nú er tann stundin...
Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til 1906Tað, sum verður viðgjørt, er serliga tíðarskeiðið frá tí, at tjóðskaparkenslan vaknar, til úr henni spretta tveir ólíkir politiskir flokkar. Roynt verður at vísa á, hvussu tær nýggju hugsjónirnar og tað nýggja rákið í tíðini vaksa fram, at finna orsakirnar til hesi púra…
Orðaskyn
Mín fyrsta orðabókBókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur. Í bókini eru eini 3.000 orð og einar 450 myndir. Navnorð, sagnorð og lýsingarorð eru bend, og øll orðini verða lýst í setningum. Orðaskyn er eisini hent hjá…
Sjónleikurin er í fimm tættum og er ein tíðarleysur leikur um kærleika og óndskap, góðtrúni og øvundsjúku. Aftast í bókini eru brot um nøkur av evnunum í sjónleikinum, um uppruna og bygnað og viðmerkingar til tættirnar.
Í bókini Oyðimørkin veksur verður greitt frá gongdini í Afrika frá fyrstu menniskjuni til okkara tíð. Kanska hevði eingin hungursneyð verið í Afrika í dag, um rættstundis varð byrjað við fyribyrgjandi tiltøkum. Á hvørjum ári verður eitt øki av góðari landbúnaðarjørð, 50 ferðir…
Regin í Líð er dulnevni, sum Rasmus Rasmussen, eisini nevndur Rasmus á Háskúlanum, nýtti, tá ið hann skrivaði fagrar bókmentir. Tær tríggjar stuttsøgurnar, Rakul (1907), Eyðun (1907) og Minnisvarðin (1906) eru við í hesari útgávuni. Hetta eru søgur, ið lýsa sterkar kenslur,…
Um aldaskiftið 1900 var granskarum greitt, at klassisk alisfrøði var komin til eitt vegamót. Tvær skakandi kollveltingar, sum síðan hava merkt alisfrøðina, vóru á veg. Tann fyrra var relativitetsástøðið, og hin seinna var kvantulæran.
Bókin er ætlað sum serevnalesnaður…Ævintýrið um revin og bjørnina, sum hildu hús saman. Tey áttu eina tunnu av smøri, sum tey ætlaðu at eta fyrsta jóladag. Men so fór revurin at brellast. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst á…
Ævintýr um, hvussu mýrisnípan lærir krákuna at verja seg fyri revinum, men revurin er snildari enn so. Bókin kann nýtast í frílesingini og til evnislesnað.