Útgávuyvirlit
Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar…
Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…
Um livikor føroyinga
Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…
Kjølur á Nesi
SøgnSøgn um ein bónda á Trøllanesi, sum æt Kjølur. Eina náttina droymdi hann, at tá ið hann og synirnir vóru á útróðri, kom ein stórur hvalur og gloypti bátinum. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst á Landsmiðstøðini.
Knávi
SøgnSúsan í Jákupsstovu hevur myndskrýtt søgnina um hin tiltikna gandakallin í Suðuroy, Knáva. Mynd er á hvørjari opnu. Bókin kann nýtast í frílesingini ella til evnislesnað.
Bókin er ætlað næmingum, sum skulu byrja við ávegisskriving. Fimm høvuðspartar eru: At siga frá, At sansa og sveima, At skriva brøv, Snarskriving og Yrkingar. Hvør partur endar við einum skríni, sum tekur samanum tað, næmingarnir hava lært frammanundan. Myndirnar stuðla tekstin,…
Kom og skriva 1 - Lærarabók
LærarabókLærarabókin greiðir frá ávegisskrivingini, vísir hvussu bókin Kom og skriva 1 er skipað, og hevur annars uppskot til læraran, hvussu hann kann arbeiða.
Kom og skriva 1 - Skrivihefti
SkriviheftiSkrivihefti til Kom og skriva 1. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við skriviheftunum er, at lættari verður hjá næminginum at halda skil á heftum, ið skulu…
Kom og skriva 2 er framhald av Kom og skriva 1 og er ætlað undirvísingini í skrivligum føroyskum. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni. Endamálið við ávegisskriving er við miðvísari venjing og leiðbeining at menna skrivigleðina og…
Kom og skriva 2 - Lærarabók
LærarabókLærarabókin greiðir frá ávegisskrivingini, vísir hvussu bókin Kom og skriva 2 er skipað, hevur eisini uppskot til læraran, hvussu hann kann arbeiða.
Kom og skriva 2 - Skrivihefti
SkriviheftiSkrivihefti til Kom og skriva 2. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við skriviheftunum er, at lættari verður hjá næminginum at halda skil á heftum, ið skulu…
Kom og skriva 3 er framhald av undanfarnu bókunum og er ætlað undirvísingini í skrivligum føroyskum í 6.-7. flokki. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni. Endamálið við ávegisskriving er við miðvísari venjing og leiðbeining at menna…
Kom og skriva 3 - Lærarabók
LærarabókÁ lærarabókini til kom og skriva 3 finnur lærarin leiðbeiningar og hugskot til næmingabókina, so hann fær tann íblástur, sum krevst í eini fjølbroyttari undirvísing. Áhugaverd brot eru um: Ávegisskriving, ætlanirnar við Kom og skriva 3, hugskot og frágreiðingar til tey ymsu…
Kom og skriva 3 - Skrivihefti
SkriviheftiSkrivihefti til Kom og skriva 3. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við skriviheftunum er, at lættari verður hjá næminginum at halda skil á heftum, ið skulu…
Kom við - Næmingabók
Vit lesaBókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Nógvar myndir og tekningar eftir Allan Dalsgarð prýða lesibókini. Á bókini er eisini ein skemtilig…
Kom við - Skrivibók
SkrivibókBókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Á skrivibókini eru uppgávur til evnini í lesibókini. Uppgávurnar eru ymiskar. Har eru m.a.…
Kom við - Svarlisti
SvarlistiÁ svarlistanum eru svarlistar til skrivibókina, krossorðagáturnar og til lesibókina.
Prikkut vár, ið er framhald av bókin Dýr og dorg, er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Høvuðsevnið í bókini er samvera millum menniskju. Bæði millum børn og millum børn og vaksin. Í bókini eru nógv ymisk tekstasløg, t.d. søgur, yrkingar, sálmar, sangir, kvæði, myndasøga,…
Prikkut vár - Svarlisti
SvarlistiTil bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.
Prikkut vár - Skrivibók
SkrivibókTil bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.
Á innganginum lýsir Hanus Andreassen yrkjaran, kritikaran og málfrøðingin Rikard Long. Bókin, ið er eitt úrvalssavn av tí, Rikard Long avrikaði, er skipað í hesar partar: Yrkingar, Kafeið, Um bókmentir, Um mál, Brot úr Brandans søgu, Um og eftir Ludvig Holberg, Týðingar av…
Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er…
Káin og Ábel - Næmingabók
- næmingabókGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera…
Káin og Ábel - Lærarabók
LæraraheftiGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt…
Káin og Ábel - Grundbók
- ein mýta um tveir brøðurGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Hetta er nýtt og fjølbroytt tilfar til…
Káin og Ábel - Glærir
GlærurGevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Glærusavnið er ein mappa við 13 glærum í litum av…
Land Jesusar
Arbeiðsbók til sjónbandiðLand Jesusar er í tveimum: sjónband og bók. Sjónbandið er í tveimum pørtum, sum hvør er slakar 30 minuttir. Fyrri partur lýsir týðandi viðurskifti í Ísrael nú á døgum og tilveru og boðan Jesusar. Annar partur lýsir myndaheimin í líknilsunum. Í bókini er inngangur um politisku og…
Land Jesusar
SjónbandLand Jesusar er í tveimum: sjónband og bók. Sjónbandið er í tveimum pørtum, sum hvør er slakar 30 minuttir. Fyrri partur lýsir týðandi viðurskifti í Ísrael nú á døgum og tilveru og boðan Jesusar. Annar partur lýsir myndaheimin í líknilsunum. Í bókini er inngangur um politisku…
Lesibók til 2. skúlaár
til 2. skúlaárÍ bókini, sum hevur ein hóp av tekningum, eru stuttar søgur, yrkingar og skjaldur. Bókin er skipað í hesar partar: Við hús og í haga, Børn siga frá, Eg setti meg, Lukka fatti barnið, Stjørnan skein, Eg eigi mær ein lítlan vin og Drívur døgg.. Aftast í bókini eru fýra orðatalvur.
Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur
til 3. skúlaár - 1. parturÍ hesi bókini eru stuttar søgur, yrkingar og skjaldur. Bókin er býtt í hesar partar: Sólin er gull, Rura, rura barnið, Og summardáin grør, Tú og eg, Og eg veit, Har rósurnar føgru blóma, Ljósini tey skinu og Høgt er heimakeyp. Aftast í bókini eru sett nøkur vanlig smá orð til…
Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur
til 3. skúlaár - 2. parturÍ bókini eru stuttsøgur, ævintýr, yrkingar, skjaldur, kvæði Bjarnabani og sjónleikurin Snjóhvíta. Bókin er skipað í hesar partar: Vit kunnu øll at renna dyst, Gylt saðil á, Oman kemur grýla, Hækkar sól, Rytupisur, Yvir breyt yvir stein, Ættarskil og tímaskil og Í skýmingini.
Lesibók til 5. skúlaár
til 5. skúlaárÍ bókini eru søgur, yrkingar, sagnir, ævintýr, kvæði o.a. - bæði upprunaligt og týtt. Bókin er skipað í hesar partar: Fiskurin bítur, Fjør mítt, Nú ringja kirkjuklokkur, Troðum lættliga, Kærleikur til fedra heim, Tað er móðurmál, Hækkar sól, Roysni og brøgd at gera, Nú suðar…
Lesibók til 6. skúlaár
til 6. skúlaárÍ bókini eru stuttsøgur, sagnir, ævintýr, yrkingar, kvæði og sjónleikurin Rósalítla. Bókin er skipað í hesar partar: Tit eiga hetta land, Havið sang um Føroyar, Frítt er Eystfelli, Fjart í fornu øld, Oman eftir Vallaratúni, Í hálvgloymdum minni, Við íshavs strendur, Fuglar, Úr…