Skip to main content

Útgávuyvirlit

Trøllini á Skálavøllum
Trøllini á Skálavøllum

Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara.…

Ungi er í egginum
Ungi er í egginum

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit práta og tekna 1-2-3
Vit práta og tekna 1-2-3

<span&hellip;

Ábal og aðrar søgur
Ábal og aðrar søgur

Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at…

Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum…

Alibaba

- ævintýr úr 1001 nátt
Alibaba
Alibaba

Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til…

Bolivia
Bolivia

Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið…

Ein skúladagur í K.

Føroyskar skemtisøgur
Ein skúladagur í K.
Ein skúladagur í K.

Hetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.

Ein genta úr gamla Kina
Ein genta úr gamla Kina

Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

Eitt dukkuheim

Sjónleikur í trimum pørtum
Eitt dukkuheim
Eitt dukkuheim

Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.

At taka dagar ímillum

Um at ummæla og eitt úrval av ummælum
At taka dagar ímillum
At taka dagar ímillum

Bókin er ætlað sum ein stuðul í bókmentaundirvísingini. Fyrst er ein lýsing av tí at ummæla og seinni er eitt úrval av ummælum. Ummælisparturin er trýbýttur: ummæli av føroyskum bókmentum, av…

Føroya jarðfrøði
Føroya jarðfrøði

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum,…

Lærið íslendskt 1
Lærið íslendskt 1

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt 2
Lærið íslendskt 2

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt
Lærið íslendskt

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Óli og Anna

Lætt lesing 1
Óli og Anna
Óli og Anna

Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á…

Ansa tær, lítla mús
Ansa tær, lítla mús

Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

  • Føroyskir soppar
    Føroyskir soppar

    Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum vanligastu soppunum. Umframt til undirvísing er bókin hent handbók og góð at…

  • Fólk og mentan
    Fólk og mentan

    Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði, neyta- og seyðahaldi, fiskiskapi, hvala- og fuglaveiði, byggi- og matsiðum,…

  • Gandamyndir
    Gandamyndir

    Gandamyndir

    512 myndasamansetingar

    Bókin er væl egnað at læra næmingar um myndir. Síðurnar eru í tveimum, so lættliga sæst, hvussu skjótt myndin broytist. Hon skuldi fingið tann, ið teknar ella hyggur at myndunum, at fara út um vanligt mark og lata hugflogið ráða.

  • Geitin Zlateh
    Geitin Zlateh

    Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og tá knýta drongurin og geitin vinarsamband. Bókin hóskar væl at lesa fyri børnum.

  • Geitin lembir
    Geitin lembir

    Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Gott er góðum at tæna 1 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 1 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til…

  • Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók
    Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Næmingabókin Gott er góðum at tæna 2, er ætlað…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Gott er góðum at tæna 2 er ætlað kristniundirvísing…

  • Gras
    Gras

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Reyðmaðkurin
    Reyðmaðkurin

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Grønur var dalurin
    Grønur var dalurin

    Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur teirra, Huw, ið sigur søguna, sum er um tað góða og tað ringa, sum hesum…

  • Havfrúgv og Nykur
    Havfrúgv og Nykur

    Havfrúgv og Nykur

    Tvær sagnir

    Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á Landsmiðstøðini.

  • Havið
    Havið

    Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini…

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

    Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…

  • Heimurin 1.
    Heimurin 1.

    Heimurin 1.

    Vit kunna okkum um heimin

    Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og breiddarstig, at finna á einum korti, mát, at læra at leita í navnaskránni í…

  • Heimurin 2
    Heimurin 2

    Heimurin 2

    Vit kunna okkum meira um heimin

    Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í heftinum.

  • Fjørið mítt
    Fjørið mítt

    Fjørið mítt

    - ævintýrheimur

    Á bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og at greiða frá tí arbeiði, sum var gjørt her á landi at savna og skriva upp ævintýr. Ævintýrúrvalið er gjørt við tí í huga, at tað skal vísa vanligastu ævintýrsløgini,…

  • Fjørið mítt
    Fjørið mítt

    Fjørið mítt

    - ævintýrheimur. Arbeiðshefti

    Á arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt og eitt íslendskt frábrygdi til ævintýrið Risans klótu tikin við til samanberingar.

  • Heimurin 3
    Heimurin 3

    Heimurin 3

    Sólskipanin

    Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6. Mánaýtan og 7. Alheimurin. Støða okkara í rúmdini, at hyggja út í rúmdina - og…

  • Heimurin 4
    Heimurin 4

    Heimurin 4

    Streymur og sjóvarfall

    Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar. Sjóvarfalsstreymur stavar frá mána og sól, og greitt verður frá hesum sambandið.…

  • Heimurin 5
    Heimurin 5

    Heimurin 5

    Heimurin í hagtølum og evnum

    Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins lond. Vinnur. Landbúnað. Ádnað. Uttanríkishandil. Búskap.

    Kunningarnar í…

  • Heimurin 6
    Heimurin 6

    Heimurin 6

    Ídnaðarlond og menningarlond

    Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða viðgjørd í hesum sambandi. Evnini heimsins fólkavøkstur, miðallívsævi, gjaldoyra,…

  • Heimurin 7
    Heimurin 7

    Heimurin 7

    Veðurlag og gróðurbelti

    Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst og vindur, lágtrýst, ið flyta seg, sólvindur og monsunur, havstreymar, avfall,…

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð. Svarlisti

    Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

  • Heiðin hind
    Heiðin hind

    Heiðin hind

    Tekstasavn

    Á savninum eru 16 tekstir - yrkingar og prosatekstir - sum allir lýsa konufólk og samband teirra við umheimin. Tað er ein sannroynd, at bókmentirnar endurspegla støðu kvinnurnar í samfelagnum. Hetta hevur borið í sær, at bókmentaliga kvinnumyndin hevur verið fyri stórum og…

  • Hon kysti hann
    Hon kysti hann

    Hon kysti hann

    Savn av ástaryrkingum

    Úrvalssavn av føroyskum ástaryrkingum frá Jóannesi Patursson til Jóannes Nielsen. Brot úr nøkrum kvæðum verða eisini tikin við.