Skip to main content

Ábal og aðrar søgur

Høvundur :

Sverre Patursson,

Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli. Ábal og aðrar stuttsøgur er um vinarlag, kærleika, deyða, sorg og torgreinda sinni menniskjans. Lagað til lesinámsfrøðiliga: Lydia Didriksen.

Snípurøðin Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunni(FS) og Bókadeild Føroya Lærarafelags(BFL), har bøkur ætlaðar til lesivenjingingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1.–3. flokki, tær bláu snípurnar 4.–6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Á hvørjum liti eru trý torleikastig: 1 fjøður er løtt bók 2 fjaðrar er miðal torfør bók 3 fjaðrar er torfør bók Higartil eru hesar vínreyðu Snípurnar komnar: Ábal og aðrar søgur, FS 2 fjaðrar, arbeiðshefti er til bókina. Rakul og aðrar søgur, FS 3 fjaðrar, arbeiðsuppgávur eru aftast í bókini.. Hvør vil eiga myrkri, BFL.