Skip to main content

Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

Høvundur :

Lydia Didriksen,

Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans.

Arbeiðsheftið er skipað soleiðis, at fyrst koma spurningar til hvørja søgu sær. Spurningarnir, sum eru flokkaðir eftir torleikastigi í a-, b- og c-spurningar, eru lagaðir soleiðis, at næmingurin ikki bara svarar bókmentaligum spurningum, men eisini fer inn í tekstin og roynir at samstarva við hann. Fleiri av spurningunum eggja til felags kjak, t.d. at næmingurin skal siga sína hugsan um eitthvørt ella taka støðu. Miðað verður ikki eftir ávísum arbeiðshátti, men kunnu næmingarnir arbeiða hvør sær, í bólkum ella í felag í flokkinum.

Á søgusavninum eru nógvar myndir, sum Tove Askham hevur teknað. Eftir spurningarnar til hvørja einstaka søgu eru spurningar til greining av myndunum í savninum. Spurningarnir eru ikki at fata sum ein frymil til myndagreining sum heild, men heldur sum íblástur til at greina júst hesar myndirnar. Jens Frederiksen hevur greinað og tulkað eina mynd í søgusavninum sum dømi um, hvussu hetta gerst. Aftast í bókini eru spurningar um rithøvundin Sverra Patursson og samanberandi spurningar til allar fýra søgurnar í savninum.