Skip to main content

Almennar útgávur

Trap Føroyar

Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. 71 granskarar og serfrøðingar – teir flestu føroyskir - eru komnir við sínum…

Føroysk bókmentasøga 2

Føroysk  bók­mentasøga 2 er um bókmentirnar í broyt­inga­ríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2…

Binda

Tá ið vit skulu læra at binda, er fyrsta stigið at kasta uppá og at binda rætt og rangt. Hetta lærir tú við myndum, tekningum, stuttum og greiðum teksti og videobrotum við bókini…

Føroyakort

Føroyar 1:100 000
Føroyakort

Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað Føroyakortið, sum upprunaliga kom út saman við ”Atlas til heim og skúla” (Nám 2014), tá Rói Højgaard teknaði tað.

Á…

Heimurin - Laminerað veggjakort

Heimskortið Heimurin (Nám 2022) er eitt dagført politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum. Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og…

Evropa - Laminerað veggjakort

Veggjakortið ”Evropa” (Nám 2021) er eitt hæddarkort, sum er í  stødd 1:5 000 000 (113 x 93 cm). Kortið er umsett úr enskum.

Eins og heimskortið hjá Námi, ”Heimurin”, er Evropakortið…

Mennandi sálarfrøði

Sálarheilsa og trivnaður í verki
Mennandi sálarfrøði
Mennandi sálarfrøði

Bókin byggir á ástøði í positivari sálarfrøði, menningarsálarfrøði og neurosálarfrøði.

Hon gevur boð upp á, hvussu til ber at arbeiða øðrvísi við sálarheilsu og trivnaði í verki og harvið…

Búgvin til prutl

Næmingahefti
Búgvin til prutl
Búgvin til prutl

Búgvin til prutl er partur av frálærutilfarinum til koyrikort til lítið prutl, sum Akstovan og Nám í felag geva út.

Heftið fevnir um vandar og avleiðingar, útgerðina á prutli, at duga at…

Føroyingasøga
Føroyingasøga

Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síðani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av…

Føroysk kórbók 3

Kórsatsir eftir John Høybye
Føroysk kórbók 3
Føroysk kórbók 3

Í triðju útgávuni av føroyskum kórsangi, Føroysk kórbók 3, eru løg skipað fyri kór frá gomlu fólkavísuni Dronning Dagmar, til nútíðar sangskrivarar sum Martin Joensen, Kim Hansen, Eivør Pálsdóttir…

Atlas til heim og skúla
Atlas til heim og skúla

Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla…

Føroyakort (seinast dagført 2020)
Føroyakort (seinast dagført 2020)

Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á Føroyakortinum eru fleiri enn 1700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent.

Umhvørvisstovan dagførir…

Fysiologi

Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi
Fysiologi
Fysiologi

Bókin er býtt upp í fýra høvuðspartar.

Fyrsti partur er um grundleggjandi anatomi, har rørslukervið verður gjøgnumgingið í høvuðsheitum.

Annar partur er ein gjøgnumgongd av…

Rúmdin - almenn stjørnufrøði
Rúmdin - almenn stjørnufrøði

Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar.

Við tryggum penni, og…

Teoribók til persónbil - Uppgávuhefti (netútgáva)
Teoribók til persónbil - Uppgávuhefti (netútgáva)

Uppgávuhefti knýtir seg at Teoribókini til persónbil, Bólk B og fevnir um 37 síðir við uppgávum og svarlista. Uppgávurnar eru skipaðar soleiðis, at næmingurin skal velja rætta svarið og í nøkrum…

Teoribók til persónbil
Teoribók til persónbil

Bókin er ætlað fólki, ið taka teoriroyndina til koyrikortið. Harumframt er hon eisini ein handbók til allar bilførarar. Hon inniheldur umfatandi kunning á øllum viðkomandi økjum. Sum dømi kunnu…

Rura

Rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum
Rura
Rura

RURA er um børn, sum hava linan kropp, orka illa og eru óstortslig og klombrut. Annars heilt vanlig børn við góðum skili og evnum, men sera truplum gerandisdegi í skúla og spæli.

Í hesari…

Veðurlagsbroytingar

Almenn bók um veðurlagsbroytingar
Veðurlagsbroytingar
Veðurlagsbroytingar

Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at…

Føroysk bókmentasøga 1

Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í…

Firvaldar

155 ymiskir firvaldar í Føroyum
Firvaldar
Firvaldar

Í bókini, sum lýsir allar 155 firvaldar, sum eru sæddir í Føroyum, er ein inngangur, har greitt verður alment frá firvaldum. Firvaldar hava fullfíggjaða umskapan frá eggi til ormveru, frá ormveru…

Lundafleyg

ein fleygadagur í Nólsoy
Lundafleyg
Lundafleyg

Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava…

Fiskaskipanin

lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka
Fiskaskipanin
Fiskaskipanin

Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum…

Føroya náttúra. Undirvísingartilfar

til lívfrøði í miðnámsskúlanum
Føroya náttúra. Undirvísingartilfar
Føroya náttúra. Undirvísingartilfar

Hetta tilfarið er hugsað sum undirvísingartilfar til grundbókina Føroya Náttúra - lívfrøðiligt margfeldi. Hóast bókin Føroya Náttúra fyrst og fremst er ein bók, ið er ætlað til at lýsa Føroya…

Fiskar undir Føroyum
Fiskar undir Føroyum

Fiskar undir Føroyum snýr seg um, hvørji fiskasløg eru við Føroyar, teirra føroyska navn og teirra vísindaliga navn, og eisini eru nøvnini, sum nøkur av grannalondunum brúka um ávísa fiskin, við í…

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Føroyinga søga
Føroyinga søga

Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í…

Lærið íslendskt 2
Lærið íslendskt 2

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Føroya náttúra

Lívfrøðiligt margfeldi
Føroya náttúra
Føroya náttúra

Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í…

Føroysk kórbók 2

Kórsatsir eftir Knút Olsen
Føroysk kórbók 2
Føroysk kórbók 2

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

38 løg og satsir eftir Knút Olsen eru við…

Føroysk kórbók 1

Kórsatsir eftir Karl Clausen
Føroysk kórbók 1
Føroysk kórbók 1

Á kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi…

  • Føroya søga 2
    Føroya søga 2

    Føroya søga 2

    Skattland og len

    Á øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár 1700. Bókin er prýdd við nógvum myndum, fleiri í litum. Strikumyndir og…

  • Risin sum røkk um allan heim
    Risin sum røkk um allan heim

    Risin sum røkk um allan heim

    Gamla gudalæra okkara 1

    Bókin, úr røðini Gamla gudalæra okkara, er um uppruna og skapan heimsins, soleiðis sum forfedrar okkara trúðu. Sagt verður eisini frá, hvussu menniskjan og allar hinar verurnar eru skapaðar, og greitt verður frá bústaði guda og manna. Bókin kann nýtast eins væl í føroyskum…

  • Torugudurin
    Torugudurin

    Torugudurin

    Gamla gudalæra okkara

    Bókin er úr røðini Gamla gudalæra okkara. Vit fara langt aftur í tíðina. Ta tíð, tá ið jørðin var áfløt og fleyt sum ein klingra á víðfevndum veraldarhavi. Ta tíð, tá ið menniskjurnar kallaðu verð sína Miðgarð. Hetta er frásøgn um torugudin Tór, ið var sterkastur av gudum og…

  • Føroya søga 3
    Føroya søga 3

    Føroya søga 3

    Frá kongligum einahandli til embætisveldi

    Á hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku viðurskiftini: skilnaðin frá Noregi í 1814, avtøkuna av øllum fornum politiskum…

  • Føroya søga 1
    Føroya søga 1

    Føroya søga 1

    Norðurlond og Føroyar

    Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til? Hvussu komu norðbúgvar inn í almenna evropeiska søgu? Hvussu ávirkaði náttúran…

  • Føroyskar plantur í litum
    Føroyskar plantur í litum

    Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini eru listar við plantunøvnunum á føroyskum, donskum og á latíni.

  • Grót og steinar
    Grót og steinar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Grót & steinar er ein upplýsandi bók, ið við…

  • Føroysk flora
    Føroysk flora

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Á floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin,…

  • Søgualfrøði
    Søgualfrøði

    Søgualfrøðin lýsir heimssøguna frá byrjan til okkara dagar. Bókin er býtt sundur í fimm øki: Afrika, Ásia, Evropa, Amerika og so Avstralia og Kyrrahavsoyggjar.

    Aftast í bókini er sjálvstøðugt yvirlit yvir søgu Føroya. Kári Jespersen, cand. mag. í søgu, hevur verið…

  • Frumsagnir
    Frumsagnir

    Frumsagnir

    Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum

    Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burturúr hjá summum fólkasløgum, kanska…

  • Føroya jarðfrøði
    Føroya jarðfrøði

    Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…

  • Grót og steinar í Føroyum
    Grót og steinar í Føroyum

    Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar, soðsteinar, kol og legugrýti.

    Myndatalvan er 52 x 76 cm til støddar.

  • Tú alfagra land mítt
    Tú alfagra land mítt

    Tú alfagra land mítt

    - tjóðsangurin og søga hansara

    Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár.

    Tilfarið er einans teldutøkt.

  • Villini súgdjór í útnorðri
    Villini súgdjór í útnorðri

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

    Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…

  • Havið
    Havið

    Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini…

  • Fuglar í Norðurhøvum
    Fuglar í Norðurhøvum

    Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum eru sæddir í Norðuratlantshavi, 466 í tali, eru dagførd at 1. juni 1990. Einar…