Skip to main content

Árbók fyri Føroyar 2004

Hagtøl fyri Føroyar við enskum undirteksti

Í árbókini er nýggjasta hagtalstilfarið um føroyska samfelagið við enskum undirteksti. Tær mongu frágreiðingarnar og talvurnar geva eina fjølbroytta mynd av samfelagsumstøðunum í Føroyum. Sum nakað nýtt eru fleiri farmyndir við, ið greidliga lýsa ávís viðurskifti. Ein fløga fylgir við bókini, har allar talvur eru at finna sum pdf- og excel-fílar.

Í árbókini kunnu øll samfelagsáhugað kunna seg um mong ymisk viðurskifti, t.d. íbúgvaviðurskifti, fiskivinnu, landbúnað, ídnað, kommunuviðurskifti, almannamál, kirkjumál, heilsuverk, mentanar-virksemi. Aftast í bókini eru leitorð prentað. Árbókin, sum er almenna hagtalsverkið fyri Føroyar, er ein sera hent handbók hjá politikarum, fyrisiting, fakfelagsfólki, stovnum, fyritøkum, fjølmiðlum, feløgum og ikki minst skúlum. Fløguútgávan, ið fylgir við árbókini, ger, at tað ber til at arbeiða við tølunum á telduni. Til skúlabrúks gevur Føroya Skúlabókagrunnur út frálærutilfar til árbókina. Talan er um 13 smærri hefti við ymiskum uppgávum og frágreiðingum til nøkur av høvuðsevnunum, ið eru at finna í árbókini. Heftini eru ætlað fólkaskúla, miðnámsútbúgvingum og til framhaldslestur.

Tey eru ein góð hjálp til betur at skilja hugtøk og taltilfar. Bøkurnar Samfelagsfrøði 1 og 2 og Tit bygdu hetta land venja næmingar at viðgera, meta um og taka støðu í samfelagsspurningum, samstundis sum tær lýsa søguliga baksýnið. Til hesar bøkur er árbókin ein ómissandi stuðul.

Higartil er komið út: Samfelagsfrøði 1 og 2, ætlaðar framhaldsdeild fólkaskúlans. Hesar samfelagsfrøðir byggja breitt á tilfar úr árbókini, og eru arbeiðsuppgávur og spurningar knýtt beinleiðis at árbókini. Heftini 1-10 og heftið 20 eru breið innføring í at arbeiða við nevndu kapitlum í árbókini. Heftið 2.2 við arbeiðshefti viðger kap. 2, og er ætlað til framhaldsdeild og miðnámsstøði. Bókin Tit bygdu hetta land Arbeiðsmarknaðurin, viðger arbeiðsmarknaðin í síni heild. Hagtalskanningin Um livikor føroyinga við arbeiðsheftum til fólkaskúlan og miðnámslestur, viðtalskanningin Livikor føroyinga, matarkanningin Hvat kostar matur og drekka og meiningakanningin Fráflyting og búskaparkreppa eru kanningar frá kreppuárinum 1994. Hetta er ein háttur at viðgera hagtølini úr árbókini, og ber til í dag at samanbera støðuna í kreppuárunum, ið heftini umrøða, við støðuna í dag við árbókini ár 2004.

Árbók fyri Føroyar 2004
Árbók fyri Føroyar 2004