Skip to main content

Atlas til heim og skúla

Price :

<p>485.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90061/0/7615/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla Olsen hevur týtt til føroyskt.

Umframt landakort eru eisini gjørd evniskort uttan úr heimi og úr Føroyum. Fremst í útgávuni eru upplýsingar um at brúka atlasið og yvirlit, ið sýnir sólskipanina. Í føroyska partinum er nýtt føroyakort, sum Rói Højgaard á Føroya Dátusavni hevur teknað, og fleiri føroysk evniskort, sum ikki hava verið á prenti áður. Í norðurlendska partinum eru stór topografisk landakort og evniskort, ið lýsa serlig norðurlendsk viðurskifti. Í evropiska partinum er leisturin tann sami, har vit fyrst síggja landakort og síðan fleiri evniskort við hagfrøðiligum tilfari. Á sama hátt verður farið longur út í heim til Norðuramerika, Suðuramerika, Afrika, Asia og Osiania. Seinasti partur í atlasinum eru hagfrøðiligar upplýsingar úr øllum heiminum og ein umfatandi landafrøðiligur orðalisti. Aftast er navnaskrá, ið sýnir tey fleiri enn 18.800 leitorðini í atlasinum. 

Atlas til heim og skúla
Atlas til heim og skúla