Skip to main content

Betri handskrift. Ástøði

Lærarahandbók

Høvundur :

Christian Clemens,

Price :

<p>118.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/2271/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hetta er lærarahandbókin til bókarøðina Betri handskrift. Hon hevur áður verið tøk sum fyribils útgáva. Betri handskrift er undirvísingartilfar at nýta í skrivifrálæruni frá 1. flokki og uppeftir. Á lærarahandbókini verður gjølliga greitt frá allari skrivitilgongdini frá prentstavum til handskrift.

Lærarin fær her nógv góð ráð um fortreytirnar fyri eini góðari skrift. Endamálið er ein skrift, sum er løtt at lesa og skjót at skriva.

Trupulleikar hjá lámum verða umrøddir. Avritssíður við venjingum eru aftast í bókini. Borghild Sjúrðarberg hevur týtt úr donskum eftir Christian Clemens. Frammanundan í skrivibókarøðini eru komin: Betri handskrift, prentstavir, 1.-2. flokkur. Betri handskrift, grundskrift 1, 3. flokkur. Betri handskrift, grundskrift 2, 4. flokkur. Betri handskrift, grundskrift 3, 5. flokkur. Handskrift – hvussu og hví? Sjálvsnám. Undirvísingarlæra, lærarahandbók í avritaðari útgávu. 5 skriviblokkar við reglum til øll 5 heftini.

Betri handskrift. Ástøði
Betri handskrift. Ástøði