Skip to main content

Børnini í fjøruni

Høvundur :

Johan Joensen,

Price :

<p>38.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/3535/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Teknari :

Olivur við Neyst

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Søgan er um tey bæði Áslu og Jón, ið fara oman í fjøruna at spæla. Hetta er ein góðan summardag. Niðri í fjøruni uppliva tey so mangt. Nógv er at síggja. Flogkykt og skriðkykt. Okkurt svimur úti á fjørðinum nær landi. Hvat man tað vera? Sum vera man, fara tey eisini at vassa. Onnur børn eru eisini í fjøruni. Ein drongur er farin at svimja og er komin nakað langt úr landi. Dugir ikki nóg væl at svimja og er komin í neyð. Tíbetur er pápi Áslu komin oman á bakkan at hyggja eftir dóttrini. Hann hoyrir neyðarróp og loypur útí at bjarga dreinginum. Alt spælir væl av. Børnini í fjøruni er ein Snípubók. Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags samstarva um útgávuna av Snípubókunum. Snípurnar eru lættlesibøkur. Henda bókin er gul við trimum fjaðrum og er ætlað børnum í 2. og 3. flokki.

Børnini í fjøruni
Børnini í fjøruni