Skip to main content

Duruta og aðrar søgur

Hans Andrias Djurhuus í úrvali

Høvundur :

Hans Andrias Djurhuus,

Duruta og aðrar søgur er Snípubók í røðini Snípa – Klassikari. Umframt stuttsøguna um Durutu, eru fimm aðrar søgur við í savninum. Søgurnar eru allar kensluríkar og spennandi og snúgva seg um truplan og ólukkuligan kærleika, illgerðir og svik, sorg og deyða. Stuttsøgusavnið er vínreyð Snípubók við trimum fjaðrum, og merkir tað, at hon er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans og miðnámsskúlum.

Heiðrik av Heygum hevur myndprýtt bókina við svørthvítum tekningum, ið lýsa persónar og umhvørvi um aldaskiftið. Heiðrik av Heygum er ungur listamaður, og hansara myndir hava eitt frískligt brá, ið vendir sær til ungu lesararnar.
Lydia Didriksen hevur viðgjørt handritið lesinámsfrøðiliga og gjørt arbeiðsuppgávurnar. Lesinámsfrøðilig viðgerð er m.a., at greitt verður frá torskildum orðum. Orðafrágreiðingar eru prentaðar í marguni. Aftast í bókini eru arbeiðsuppgávur til hvørja stuttsøgu, spurningar og frágreiðingar til myndagreining, spurningar um rithøvundin og samanberandi spurningar til allar seks stuttsøgurnar í savninum.
í røðini Snípa – Klassikari verður givin út skaldskapur eftir høvundar, ið umboða sumt av tí besta, sum er skrivað á føroyskum. Hans Andrias Djurhuus var - og er - ein av okkara vinsælastu skaldum. Hetta er triðja bókin í hesi røðini. Frammanundan eru Ábal og aðrar søgur eftir Sverra Patursson og Rakul og aðrar søgur eftir Regin í Líð komnar út.