Skip to main content

Eiturkoppur - Næmingabók

Næmingabók

Høvundur :

Ole Wich, Gunnvá Dam,

Price :

<p>298.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90031/0/6383/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Næmingabókin er eins og undanfarnu bøkur í heimstaðarlærurøðini, Grindalokkur til 1. og Høgguslokkur til 2. flokk, uttan orð, men við nógvum myndum og tekningum. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum, foreldrum og øðrum næmingum. Næmingabókin er skipað í evnum. Hon hevur 25 opnur, sum viðgerða ymisk evni. Í 8 av opnunum verður arbeitt við oyggjunum í Føroyum. Ímillum opnurnar við oyggjum eru opnur, ið mynda sagnir frá teimum oyggjum, ið næmingarnir hava arbeitt við frammanundan. Fremst í bókini er eitt árshjól, sum vent verður aftur til fleiri ferðir í skúlaárinum. Eisini verður arbeitt við havbotninum, kortum, miðlum, minnisvarðum, kirkjum, samferðslu, dansi, høvuðsstaðinum og barnarættindum. Ole Wich hevur teknað næmingabókina, sum eisini hevur nógvar fotomyndir.
Eiturkoppur - Næmingabók
Eiturkoppur - Næmingabók
  • 298.00 kr.

    Keyp útgávuna