Skip to main content

Ferð á føroyskt 1 - Grundbók

sum annaðmál

Høvundur :

Verena Balyos, Silke Donath, Eva Neustadt, Kerstin Reinke,

Týðari :

<p>Maria Heradóttir og Turid Thomsen</p>

Teknari :

<p>Tobias Dahmen og Friederike Ablang</p>

Ferð á føroyskt fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur og Læraravegleiðing

Í Grundbókini er: 

A  -  Orðfeingi, lurta & tosa

B  -  Lurta & tosa, úttala

C  -  Mállæra

D  -  Lesa & skriva

E  - Skúla- og fakmál

Mállæra – eitt yvirlit

Lærisnildir

Ferð á føroyskt er ein bókaheild  í føroyskum sum annaðmál. Tilfarið er ætlað næmingum í fólkaskúlaaldri og eldri, ið tosa annað mál enn føroyskt, og sum frammanundan hava lært at lesa við latínskum bókstavum.

Tilfarið fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur og Læraravegleiðing.  

Grundbókin er leiðandi bókin, ið er samantvunnin við Arbeiðsbókini. Harumframt er eitt Orðahefti knýtt at heildini og ljóðfílur til Grundbókina og Arbeiðsbókina.  

Næmingurin lærir fyrst tað, honum tørvar mest í gerandisdegnum, bæði evnisliga og málsliga. Stórur dentur er á at læra vanlig orð, faklig hugtøk til skúlabrúks og yvirhøvur tað, næminginum tørvar fyri so skjótt sum møguligt at fóta sær í skúlanum og í gerandisdegnum sum heild. Tilfarið leggur dent á at brúka forkunnleikan hjá næminginum at krøkja nýggja vitan á. Næmingurin arbeiðir í evnum, samstundis sum hann stigvíst eisini ognar sær málsliga bygnaðin.

Í Læraraavegleiðingini er praktisk stig fyri stig vegleiðing til læraran, avritssíður við orðakortum, eyka uppgávum og eini roynd eftir hvønn kapittul at prenta út til næmingarnar. Harumframt er ein amboðskassi við alskyns hugskotum til spøl og aktivitetir. Afturat hesum er ein Svarlisti umframt transkriberaðar ljóðfílur.

Ferð á føroyskt 1 - Grundbók
  • Maria Heradóttir og Turid Thomsen

  • Tobias Dahmen og Friederike Ablang