Skip to main content

Firvaldsbók 1

Høvundur :

Gunnvá Dam,

Teknari :

Snarvegir

Útgávan á Google Books »

i-bók »

Price :

68.00 kr.

Keyp útgávuna

Firvaldsbók 1 er nú komin í broyttari og øktari útgávu. Størsta broytingin er, at uppgávurnar eru gjørdar lættari, so næmingarnir fyrr kunnu byrja at brúka bókina. Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum eykatilfar í byrjanarundirvísingini. Heftini eru ikki til eitt ávíst floksstig, men kunnu verða nýtt í eini næmingalagaðari undirvísing, soleiðis at næmingurin kann arbeiða á tí stigi, hann er á.

Á flestu uppgávunum skal næmingurin seta løtt orð í samband við myndir og soleiðis læra seg at lesa orðini ella at kenna tey aftur. Fleiri av uppgávunum eru sjálvrættandi, t.e. at antin hava tær eitt loysunarorð ella siga tær, hvussu nógv orð næmingurin skal finna. Umframt at hon er eykabók í byrjanarundirvísingini, eigur Firvaldsbókin eisini at gera sítt til at økja hugin hjá næmingunum at læra seg nýggj orð og at ogna sær gott arbeiðslag.

Firvaldsbók 1
Firvaldsbók 1