Útgávuyvirlit
Fiskaskipanin
Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum.
Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars øllum, ið hava áhuga fyri fiski.
Bókin byrjar við at geva eina almenna lýsing av fiski, og hvussu nógv fiskasløg vit kenna í dag. Síðani verður greitt frá útsjóndini á fiski og nøkrum grundleggjandi hugtøkum um fisk. Greitt verður í stuttum frá vistskipanini á Føroyabanka og fiskinum, sum heldur til á Bankanum. Eftir hetta verður farið at greiða frá djóraskipanini, og hvussu fiskur og aðrar livandi verur verða bólkaðar við støði í felags eyðkennum. At enda verður tikið saman um eyðkennini hjá fiskunum, sum eru umrøddir í bókini. Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum. Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars øllum, ið hava áhuga fyri fiski.