Skip to main content

Føroysk mállæra 1

Kyn, orðmyndan og bending

Høvundur :

Hjalmar P. Petersen,

Price :

<p>248.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/8854/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Føroysk mállæra 1 viðger kyn í føroyskum, og tað verður víst, at kyn er reglustýrt. Reglurnar eru eftir merking og eftir formi.

Annar partur viðger orðmyndan. Har verður í høvuðsheitinum hugt at samansetingum og avleiðslum, og hetta er fyrsta ferðin, at hesi evnini eru so neyvt lýst í føroyskum. Komið verður inn á øll tey ymisku atfestini, sum eru í føroyskum, og eisini verður víst, hvussu nuanserað føroyskt orðmyndan er.

Síðsti partur er um bending, og byggir hann á samtíðarføroyskt og tær bendingar, sum har eru í málinum.

Í bókini eru eisini orðafrágreiðingar, sum lesarin kann brúka og eitt indeks, sum ger, at hon kann brúkast at sláa upp í, um lesarin hevur ivamál um eitthvørt í føroyskum.

Bókin fæst bæði sum sBók og pappírsbók. sBókin kostar 100,- kr. fyri 4-ára hald og pappírsbókin kosta 248,- kr.

sBókin kann keypast her.

Føroysk mállæra 1
  • 248.00 kr.

    Keyp útgávuna