Skip to main content

Fólkaskúli

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Fólk og mentan
Fólk og mentan

Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði,…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Geitin lembir
Geitin lembir

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til…

Gras
Gras

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Reyðmaðkurin
Reyðmaðkurin

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

Heimurin 3

Sólskipanin
Heimurin 3
Heimurin 3

Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…

Heimurin 4

Streymur og sjóvarfall
Heimurin 4
Heimurin 4

Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…

Heimurin 5

Heimurin í hagtølum og evnum
Heimurin 5
Heimurin 5

Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins…

Heimurin 6

Ídnaðarlond og menningarlond
Heimurin 6
Heimurin 6

Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða…

Heimurin 7

Veðurlag og gróðurbelti
Heimurin 7
Heimurin 7

Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst…

Heimurin 8

Krossorð
Heimurin 8
Heimurin 8

Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

Heimurin 8

Krossorð. Svarlisti
Heimurin 8
Heimurin 8

Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

Hond Fatimu
Hond Fatimu

Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga…

Hvar er Flekk?
Hvar er Flekk?

Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom…

Hvat kostar matur og drekka

Um livikor føroyinga
Hvat kostar matur og drekka

Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar…

Livikor føroyinga

Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994
Livikor føroyinga

Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum.…

Hvítabjørnin

- eitt lív við havið
Hvítabjørnin
Hvítabjørnin

Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

Jim og ætt hansara
Jim og ætt hansara

Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

  • Kom og skriva 2 - Skrivihefti
    Kom og skriva 2 - Skrivihefti

    Skrivihefti til Kom og skriva 2. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við skriviheftunum er, at lættari verður hjá næminginum at halda skil á heftum, ið skulu…

  • Kom og skriva 3 - Næmingabók
    Kom og skriva 3 - Næmingabók

    Kom og skriva 3 er framhald av undanfarnu bókunum og er ætlað undirvísingini í skrivligum føroyskum í 6.-7. flokki. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni. Endamálið við ávegisskriving er við miðvísari venjing og leiðbeining at menna…

  • Kom og skriva 3 - Lærarabók
    Kom og skriva 3 - Lærarabók

    Á lærarabókini til kom og skriva 3 finnur lærarin leiðbeiningar og hugskot til næmingabókina, so hann fær tann íblástur, sum krevst í eini fjølbroyttari undirvísing. Áhugaverd brot eru um: Ávegisskriving, ætlanirnar við Kom og skriva 3, hugskot og frágreiðingar til tey ymsu…

  • Kom og skriva 3 - Skrivihefti
    Kom og skriva 3 - Skrivihefti

    Skrivihefti til Kom og skriva 3. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við skriviheftunum er, at lættari verður hjá næminginum at halda skil á heftum, ið skulu…

  • Kom við - Næmingabók
    Kom við - Næmingabók

    Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Nógvar myndir og tekningar eftir Allan Dalsgarð prýða lesibókini. Á bókini er eisini ein skemtilig…

  • Kom við - Skrivibók
    Kom við - Skrivibók

    Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Á skrivibókini eru uppgávur til evnini í lesibókini. Uppgávurnar eru ymiskar. Har eru m.a.…

  • Kom við - Svarlisti
    Kom við - Svarlisti

    Á svarlistanum eru svarlistar til skrivibókina, krossorðagáturnar og til lesibókina.

  • Prikkut vár - Næmingabók
    Prikkut vár - Næmingabók

    Prikkut vár, ið er framhald av bókin Dýr og dorg, er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Høvuðsevnið í bókini er samvera millum menniskju. Bæði millum børn og millum børn og vaksin. Í bókini eru nógv ymisk tekstasløg, t.d. søgur, yrkingar, sálmar, sangir, kvæði, myndasøga,…

  • Prikkut vár - Svarlisti
    Prikkut vár - Svarlisti

    Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

  • Prikkut vár - Skrivibók
    Prikkut vár - Skrivibók

    Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

  • Kærleikssøga aldarinnar
    Kærleikssøga aldarinnar

    Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er…

  • Káin og Ábel - Næmingabók
    Káin og Ábel - Næmingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera…

  • Káin og Ábel - Lærarabók
    Káin og Ábel - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt…

  • Káin og Ábel - Grundbók
    Káin og Ábel - Grundbók

    Káin og Ábel - Grundbók

    - ein mýta um tveir brøður

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er nýtt og fjølbroytt tilfar til…

  • Káin og Ábel - Glærir
    Káin og Ábel - Glærir

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Glærusavnið er ein mappa við 13 glærum í litum av…

  • Land Jesusar
    Land Jesusar

    Land Jesusar

    Arbeiðsbók til sjónbandið

    Land Jesusar er í tveimum: sjónband og bók. Sjónbandið er í tveimum pørtum, sum hvør er slakar 30 minuttir. Fyrri partur lýsir týðandi viðurskifti í Ísrael nú á døgum og tilveru og boðan Jesusar. Annar partur lýsir myndaheimin í líknilsunum. Í bókini er inngangur um politisku og…

  • Land Jesusar
    Land Jesusar

    Land Jesusar

    Sjónband

    Land Jesusar er í tveimum: sjónband og bók. Sjónbandið er í tveimum pørtum, sum hvør er slakar 30 minuttir. Fyrri partur lýsir týðandi viðurskifti í Ísrael nú á døgum og tilveru og boðan Jesusar. Annar partur lýsir myndaheimin í líknilsunum. Í bókini er inngangur um politisku…

  • Lesibók til 2. skúlaár
    Lesibók til 2. skúlaár

    Í bókini, sum hevur ein hóp av tekningum, eru stuttar søgur, yrkingar og skjaldur. Bókin er skipað í hesar partar: Við hús og í haga, Børn siga frá, Eg setti meg, Lukka fatti barnið, Stjørnan skein, Eg eigi mær ein lítlan vin og Drívur døgg.. Aftast í bókini eru fýra orðatalvur.

  • Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur
    Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur

    Lesibók til 3. skúlaár - 1. partur

    til 3. skúlaár - 1. partur

    Í hesi bókini eru stuttar søgur, yrkingar og skjaldur. Bókin er býtt í hesar partar: Sólin er gull, Rura, rura barnið, Og summardáin grør, Tú og eg, Og eg veit, Har rósurnar føgru blóma, Ljósini tey skinu og Høgt er heimakeyp. Aftast í bókini eru sett nøkur vanlig smá orð til…

  • Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur
    Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

    Lesibók til 3. skúlaár - 2. partur

    til 3. skúlaár - 2. partur

    Í bókini eru stuttsøgur, ævintýr, yrkingar, skjaldur, kvæði Bjarnabani og sjónleikurin Snjóhvíta. Bókin er skipað í hesar partar: Vit kunnu øll at renna dyst, Gylt saðil á, Oman kemur grýla, Hækkar sól, Rytupisur, Yvir breyt yvir stein, Ættarskil og tímaskil og Í skýmingini.

  • Lesibók til 5. skúlaár
    Lesibók til 5. skúlaár

    Í bókini eru søgur, yrkingar, sagnir, ævintýr, kvæði o.a. - bæði upprunaligt og týtt. Bókin er skipað í hesar partar: Fiskurin bítur, Fjør mítt, Nú ringja kirkjuklokkur, Troðum lættliga, Kærleikur til fedra heim, Tað er móðurmál, Hækkar sól, Roysni og brøgd at gera, Nú suðar…

  • Lesibók til 6. skúlaár
    Lesibók til 6. skúlaár

    Í bókini eru stuttsøgur, sagnir, ævintýr, yrkingar, kvæði og sjónleikurin Rósalítla. Bókin er skipað í hesar partar: Tit eiga hetta land, Havið sang um Føroyar, Frítt er Eystfelli, Fjart í fornu øld, Oman eftir Vallaratúni, Í hálvgloymdum minni, Við íshavs strendur, Fuglar, Úr…

  • Lesibók til 7. skúlaár
    Lesibók til 7. skúlaár

    Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Hvat gat eg sagt, Rætt mær hond, Fáur fær tráðin heilt slættan, Føgur var náttin, Grør so fagurt, Rógva teir, Millum fjals og fjøru, Um fremmandan fjørð, Grannar og Minnast vit enn.…

  • Lær teg enskt
    Lær teg enskt

    Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er skrivað út frá royndum hjá høvundunum sum lærarar í fólkaskúla og læraraskúla. Lær…

  • Lív og gróður
    Lív og gróður

    Lív og gróður er um sambandið millum alt livandi á jørðini, um planturnar, sum eru grundarlagið undir øllum lívi, um gróðrarvánir, vistskipan og føðiketur. Bókin viðger trý plantusamfeløg, og tey eru í vegjaðaranum, í veitini og húsanna millum. Fotomynd er av hvørjari plantu,…

  • Lívfrøði
    Lívfrøði

    Bókin er ætlað sum frálærutilfar í seinnu helvt av framhaldsdeildini. Hon byrjar við at greiða frá kyknuni, sigur so frá teimum ymisku vevnaðunum, sum laða upp kroppin. Greitt verður frá evnisbroytingum og frá smittu og smittusjúkum, fyribyrging og verndartiltøkum. Seinni partur…

  • Náttúrusøga. 8. skúlaár
    Náttúrusøga. 8. skúlaár

    Bókin er ætlað sum frálærutilfar í framhaldsdeildini. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst verður greitt frá um høvini og smáplantur og smádýr í sjónum. Síðani verða kópur og hvalur og nakrir fiskar í føroyskum sjógvi viðgjørdir. Fuglalívið verður eisini viðgjørt eins og lívið í…

  • Mannakroppurin
    Mannakroppurin

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Mannakroppurin er ein upplýsandi og áhugaverd bók…

  • Maturin
    Maturin

    Maturin

    Vørukunnleiki

    Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku. Tað hendir so nógv á matvøruøkinum, at neyðugt er at fylgja við.

    Tættirnar…

  • Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur
    Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

    Íslendskir tekstir. Upplestur og sangur

    Úr lesibók til 6. og 7. skúlaár

    Upplestur og sangur. A: Lesibók til 6. skúlaár, bls. 265-277. B: Lesibók til 7. skúlaár, bls. 376-393. Þóra Þóroddsdóttir lesur.