Skip to main content

Frumsagnir

Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum

Høvundur :

Neil Philip,

Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burturúr hjá summum fólkasløgum, kanska tí, at vit vita meira um gudalæru teirra.

Bókin er væl egnað at nýta í kristni, føroyskum og søgu. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út í felag.

Gudasagnirnar, ið vit vita um, eru bara eitt lítið brot burtur úr tí, sum upp gjøgnum tíðirnar hevur lýst trúgv og vón, ótta og tráan menniskjans. Hvør, ið er hvør í gudalæruni, stendur aftast í bókin. Litmyndirnar gera sagnirnar í bókini spennandi og øðrvísi.

Frumsagnir
Frumsagnir