Skip to main content

Glámlýsi

Stuttsøgur

Høvundur :

Kirsten Brix, Regin í Líð,

Hetta er ein skúlaútgáva av Glámlýsi eftir Regin í Líð. Á hesari útgávuni eru, umframt tær tríggjar stuttsøgurnar, ymisk verkevni og eftirskrift, ið Kirsten Brix, studentaskúlalærari, hevur skrivað. Bókin er fyrst og fremst ætlað til undirvísing á miðnámsskúlastigi, men er annars væl egnað til sjálvlesnað hjá bókmentaáhugaðum fólki yvirhøvur. Hetta er ein skúlaútgáva av Glámlýsi eftir Regin í Líð. Hetta fyrsta stuttsøgusavnið á føroyskum kom fyrstu ferð út í 1912. Á hesari útgávuni eru, umframt tær tríggjar stuttsøgurnar, ymisk verkevni og eftirskrift, ið Kirsten Brix, studentaskúlalærari, hevur skrivað. Bókin er fyrst og fremst ætlað til undirvísing á miðnámsskúlastigi, men er annars væl egnað til sjálvlesnað hjá bókmentaáhugaðum fólki yvirhøvur. Regin í Líð er dulnevni fyri Rasmus Rasmussen (1871-1962). Rasmus á Háskúlanum hevði óvanliga ríkar gávur og var ógvuliga arbeiðssamur. Hann var háskúlalærari, granskaði plantufrøði, var skrivari í Føroya Fiskimannafelag og blaðstjóri á blaði felagsins FF. Hann var íðin greinskrivari, politikari, týðari og rithøvundur. Sum rithøvundur var Regin í Líð slóðbrótari, og var tað hann, ið eisini skrivaði ta fyrstu føroysku skaldsøguna, Bábelstornið (1909). Kirsten Brix skrivaði í 2002 ph.d.-ritgerð um prosaskaldskapin eftir Regin í Líð. Hugskotið at skriva eina bók til bókmentaundirvísing kom sum eitt framhald av tí arbeiðnum. Her eru verkevni, sum eru knýtt at sjálvum tekstinum, og størri og meira umfatandi verkevni, ið eru ætlað at seta søgurnar í rúmari høpi, bókmentaliga, mentanarliga og bókmentasøguliga. Á eftirskriftinum aftast í bókini greiðir Kirstin Brix frá, hvussu hon tulkar tær tríggjar søgurnar í Glámlýsinum, og síðani vísir hon á tey serligu eyðkenni, stuttsøgan eftir Regin í Líð eftir hennara tykki hevur. Vón hennara er, at arbeiðið við hesum spennandi skaldskapi gevur lesaranum íblástur til at fara víðari.
Glámlýsi
Glámlýsi