Skip to main content

Grindalokkur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók

Høvundur :

Gunnvá Dam,

Price :

<p>78.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90031/0/5798/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum og seta ring um, hvussu veðrið annars er (skýggjað, sól, regn o.s.fr.)

Grindalokkur, 1. flokkur er nýtt tilfar eftir Gunnvá Dam, lærara. Bókaheildin umfatar næmingabók, arbeiðsbók og lærarabók.

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum og seta ring um, hvussu veðrið annars er (skýggjað, sól, regn o.s.fr.)

Arbeiðsbókin leggur upp til, at næmingarnir arbeiða í arbeiðsbókini aftaná, at flokkurin hevur prátað um evnið í næmingabókini.

Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum næmingum.

Næmingabókin er skipað bæði eftir árinum og í evnum. Hon hevur 30 opnur, sum viðgera umleið 30 ymisk evni. Hvør opna hevur ein borda niður eftir vinstru síðu, sum sigur nakað um júst ta ávísu tíðina, tá ið næmingarnir arbeiða við evninum.

Ole Wich hevur teknað næmingabókina, sum eisini hevur nógvar fotomyndir.
 

Grindalokkur - Arbeiðsbók
Grindalokkur - Arbeiðsbók
  • 78.00 kr.

    Keyp útgávuna