Skip to main content

Grót og steinar

Høvundur :

Dr. R. F. Symes,

Grót & steinar er ein upplýsandi bók, ið við greiðum teksti og frálíkum myndum sigur frá stórfingna ríkidømi av gróti og steinum, ið liggur fjalt undir fótum okkara. Bókin er gjørd í samstarvi við bretska Natural History Museum. Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, hevur týtt úr enskum.

Ymisku grótsløgini eru vorðin til á ymiskan hátt fram ígjøgnum jarðarsøguna. Við at granska grótið kunnu jarðfrøðingar kunna seg um viðurskifti og hendingar á jørðini, sum tíðin er liðin. Á bókini ber eisini til at lesa um at slípa steinar og at greina grót- og steinsløg. Orðtýðingar og leitorðalisti eru prentað aftast í bókini. Hóast teksturin er skrivaður av serfrøðingum, er hann lættur at lesa, og tær frágreiðandi myndirnar gera bókina væl egnaða til undirvísing, og til handbók hjá teimum, ið vilja læra seg meira um grót og steinar. Frammanundan eru 6 aðrar útgávur komnar út, sum hvør í sínum lagi lýsa evni úr náttúruni við løttum, upplýsandi teksti og frálíkum myndum. Tær eru: Mannakroppurin, Súgdýr, Jørðin, Rúmdin, Regnskógurin og Havið.