Skip to main content

Havið. Hvat gat eg sagt...

Hvat gat eg sagt...

Høvundur :

Samantha Gray,

Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska forlagnum og borga fyri, at innihaldið er fullgott. Havið, ið Jørgin M. Árnason við Úlvsá, lærari, hevur týtt, hevur m.a. frásagnir um háv, hval og delfin. Lívið í korallrivum og mangt annað sjáldsamt, ið er til undir sjónum og á havsins botni, verður lýst við hugtakandi myndum og upplýsandi teksti. Hinar báðar bøkurnar í røðini eru Regnskógurin og Rúmdin.
Havið. Hvat gat eg sagt...
Havið. Hvat gat eg sagt...