Heimurin - Laminerað veggjakort
Heimskortið ‘Heimurin’ (Nám 2014) er eitt politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum.
Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum havleiðir, umsett, so framsetingin er hugsað sum ein føroysk plakat at brúka í skúla, á arbeiðsplássi og heima. Veggjakortið fæst í vanligum pappíri og í lamineraðari útgávu, sum skrivast kann á. Heimskortið fæst eisini í pappíri, sum ikki er laminerað. Kostnaður 375 kr.