Skip to main content

Hervør, Høgni og hini - Grundbók

Høvundur :

John Næs Berg, Rannveig Hovgaard,

Price :

<p>228.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/null/0/4729" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á heimligt umhvørvi.

Bókin er um Hervør og Høgna og floksfelagar teirra, bæði í skúla og frítíð, men ymsir tættir í bókmentum eru eisini tiknir við, so sum sagnir, ævintýr, sangir, skjaldur, orðatøk og gátur. Bókin fylgir skúlaárinum, og í henni er tilfar, sum svarar til árstíðir og hátíðir. Tilfarið er ríviligt, og læraranum stendur sjálvandi í boði, um hann lesur bókina úr enda í annan, ella hann velur okkurt burturúr og ger meira við tann partin. Søgurnar nerta leysliga við ymisk evni, sum kunnu takast upp til tjak ella framhaldandi viðgerð, t.d. ung og gomul, skúli fyrr og nú, ættleiðing, arging og deyði. Til bókina verða læraravegleiðing og arbeiðsbøkur. Á lærarabókini verður m.a. víst til ískoytistilfar. Arbeiðsbøkurnar verða tvær. Tær eru tætt knýttar at grundbókini og eru gjørdar so, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.

Hervør, Høgni og hini - Grundbók
Hervør, Høgni og hini - Grundbók