Skip to main content

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1

Arbeiðsbók 1

Høvundur :

Rannveig Hovgaard, John Næs Berg,

Price :

<p>80.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/5783/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis sangir, yrkingar, ævintýr, sagnir, skjaldur, orðatøk og gátur.

Umframt vanlig innihaldslig evni, so sum árstíðir og høgtíðir, tekur bókin eisini upp trupul evni sum deyða, hjúnaskilnað og happing.

Tað var í 2001, at Hervør og Høgni fóru í skúla. Soleiðis æt bókin, sum fylgdi tvíburasystkjunum, ið tá fóru í fyrsta flokk. Bókin viðgjørdi familju, skúla, gerandisdag, høgtíðir, heimlandið og útheimin. Hetta var nýtt í føroyskari skúlabókagerð, tá umræður byrjanartilfar á móðurmálinum.

Í 2004 kom bókin Hervør, Høgni og hini, har vit fylgdu tvíburasystkjunum í øðrum flokki. Her vóru ymsir tekstir tiknir við, so sum sangir, sagnir og ævintýr. Ætlanin var, at tilfarið á hesum støði, umframt at vera heimligt, eisini skuldi stuðla undir at automatisera lesiførleikan.

Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis sangir, yrkingar, ævintýr, sagnir, skjaldur, orðatøk og gátur.

Umframt vanlig innihaldslig evni, so sum árstíðir og høgtíðir, tekur bókin eisini upp trupul evni sum deyða, hjúnaskilnað og happing.

Til bókina Hervør og Høgni í triðja verða tvær arbeiðsbøkur. Hin fyrra verður klár til skúlaársbyrjan. Arbeiðsbøkurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir í stóran mun kunnu arbeiða sjálvstøðugt við uppgávunum.

Eisini lærara- og foreldravegleiðing er gjørd til bókina Hervør og Høgni í triðja. Foreldravegleiðingin er ein faldari, meðan læraravegleiðingin er teldutøk á www.fsg.fo. Her verður víst til ískoytistilfar og kjakevni at taka upp í undirvísingini í føroyskum í triðja flokki. Øll bókin er harafturat lisin inn á dátafløgu, sum fylgir við sjálvari bókini. Á hesi fløguni eru eisini sangir, ið fylgja tekstinum og tilfarinum í bókini.

Høvundar eru Rannveig Hovgaard og John Næs Berg. Janus Dam Guttesen, Hannis Egholm og Kari Roarsdóttir hava teknað flestu tekningarnar í bókini. Hannis Egholm hevur umbrotið bókina, og Føroyaprent hevur prentað.

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1