Skip to main content

Í Tallandi 2

Høvundur :

Hafdís Finnbogadóttir,

Price :

<p>38.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90023/0/8673/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Henda bók er framhald av bókini Í Tallandi 1. Bókin er ætlað børnum í barnagarðsaldri, og á sama hátt sum í tí fyrru bókini verður dentur lagdur á fatan av hugtøkum og tølum. Harafturat verður roknað við, at dentur verður lagdur á veruligt arbeiði og kjak, og at børnini kunnu gera vart við seg og vera bæði virkin og skapandi. Miðað verður ímóti at økja um fatan av støddfrøðihugtøkum og at fáa børnini at skilja tøl, men samstundis er umráðandi at birta upp undir spæligleði, samstarv og kjak.

Í bókini verður í stuttum greitt frá teimum arbeiðsuppgávum, ið har eru, og í onkrum førum verða tekin nýtt. Niðast á hvørjari síðu eru nærri leiðbeiningar til tey, ið taka sær av barninum, og greitt verður frá, hvat vant verður í hvørjum einstøkum føri. Talibløðrur eru bæði her og har við hugtøkum ella spurningum, sum egna seg væl til kjak og prát. Aftast í bókini eru fleiri hugskot og har verður greitt nærri frá megintættunum í tilfarinum.

Í Tallandi 2