Skip to main content

Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður

Høvundur :

Kristianna Poulsen, Hans Pauli Strøm,

Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið Javnstøða. Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til rættis. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini brúkast til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum. sBókin er skipað í sjey ymisk evni: íbúgvaviðurskifti, barnsburðarviðurskifti, at liva og doyggja, familjur og hjúnaskilnaður, útbúgving, arbeiðsmarknaður og inntøkubýti. Endamálið er at vísa, hvussu ymisk øki í dagsins samfelag hava ymiska ávirkan á kynini. Ymisk faktuel viðurskifti verða lýst á fjølbroyttan hátt í orðum, myndum, hagtølum og filmsbrotum. Bókin bjóðar ongar lidnar loysnir ella niðurstøður; í staðin inniheldur hvør partur uppskot til kjakevni, sum eru ætlað at geva næmingum og lærarum íblástur til at hugleiða og skifta orð um ymiskar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu. Næmingar fáa á hendan hátt vitan og tilvitan um, at kyn og javnstøða millum kyn í mongum førum ávirka einstaka menniskjað eins væl og samfelagið yvirskipað. Tvey kyn – ymsar støður lýsir broytingar og støðumyndir í mun til kyn á týðandi samfelagsøkjum við tekstum, hagtalsmyndum, talvum, myndum og onkrum styttri sjónvarpsinnsløgum. Javnstøða millum kyn er er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið uppá og er ikki ein vísindagrein í sær sjálvari. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið uttan at seta tað í ein breiðari samanhang so sum samfelag, mentan ella gudstrúgv.
Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður
Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður