Skip to main content

Kom við - Næmingabók

Vit lesa

Price :

<p>188.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/3923" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Nógvar myndir og tekningar eftir Allan Dalsgarð prýða lesibókini. Á bókini er eisini ein skemtilig myndarøð, ið hann hevur teknað og lagt litir á. Fotomyndir úr fjølmiðlunum lýsa evni úr gerandisdegnum hjá føroyskum børnum. Á útgávuheildini Kom við eru lesibók, skrivibók, svarlisti og band/fløga. Á bandinum og á fløguni eru sangirnir, sum prentaðir eru í bókini. Bandið og fløgan eru einans gjørd til nýtslu í undirvísingini.

Hetta er triðja og seinasta útgávuheildin í røðini vit lesa. Framman undan hesari eru tær samsvarandi útgávuheildirnar Dýr og dorg og Prikkut vár komnar út. Kom við viðger evni, ið hugfanga børn um 12-14 ára aldur. Kynsbúningaraldurin er mangan ein trupul tíð. Dreymarnir eru so mangir. Og ofta fáa tey ungu sær fyrimyndir, ið tey eftir førimuni royna at líkjast. Tey ungu eru viðbrekin og løtt at lokka og vita ikki altíð heilt nágreiniliga, hvat ið tey sjálv vilja og halda. Á Kom við eru søgur um børn og ungdóm, ið royna sítt dirvi. Søgur eru um óráð og vandar, herverk og stuldur, dreymar og ynski um einsemi og um ótta. Frítíðarvirksemi, so sum ítrótt, tónleikur og skótavirksemi, verður eisini lýst. Týdningarmikið er hjá næmingunum at lesa og hoyra um viðurskifti, sum teir væl kennast við. Tað skapar áhuga og førleika at vera við í munnliga og málsliga orðaskiftinum í skúlanum. Evnini í bókini kunnu væl viðgerast tvørgreiniliga. Á tann hátt kann farast í dýpdina við ávísum evnum.

Kom við - Næmingabók
Kom við - Næmingabók