Skip to main content

Kostnaðarlæra. Uppgávur

Virkisbúskapur

Høvundur :

Olav Absalonsen,

Hetta er uppgávuhefti til bókina Kostnaðarlæru, ið er ætlað til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað til undirvísing í virkisbúskapi í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum fastur og broytiligur kostnaður, inntøka, marknaður og kostnaðarbýti. Heftið er partur av røðini í virkisbúskapi, sum er ætlað til undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til sjálvlestur. Tríggjar aðrar bøkur eru í røðini.

Tær fýra bøkurnar í røðini Virkisbúskapur eru: Virkið, sum Heðin Samuelsen hevur skrivað Fyriskipan, sum Heðin Samuelsen hevur skrivað Kostnaðarlæra, sum Olav Absalonsen hevur skrivað Bókhald og ársroknskapur, sum Olav Absalonsen hevur skrivað (tó hevur Heðin Samuelsen skrivað 19. kapittul). Fýra uppgávubøkur eru eisini til røðina.

Kostnaðarlæra. Uppgávur
Kostnaðarlæra. Uppgávur