Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Kristni 5 - Lærarabók

Høvundur :

Jón Magnus Joensen,

Price :

<p>598.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/7213/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Kunning:  ‘Kristni 5. Lærarabók’  er partur av bókaheild til kristnikunnleika í 5. flokki. Lærarabókin ger tað lætt at leita fram júst tað, lærarin hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðuliga, hvat evni og hvørja síðu í næmingabókini sipað verður til. Aftast eru sangir. Spiralryggur, svart-hvítar myndir úr næmingabókini, 149 bls., 2013. Lærarabókin er skipað soleiðis, at tað skal vera lætt hjá læraranum at leita fram júst tað, hann hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðiliga, hvat evni og hvørja síðu í næmingabókini sipað verður til. Hvat er kapittulin um Fremst í hvørjum kapitli í næmingabókini Kristni 5 er eitt tittulblað, sum lýsir evnið. Í lærarabókini eru hugskot til samrøðu í flokkinum. Øll tittulbløðini í næmingabókini eru á Snar og kunnu tískil verða víst við sjónvørpu. Sálmar og sangir Til allar kapitlar verður víst til viðkomandi sálmar og sangir. Numrini til sálmarnar vísa til Sálmabók Føroya kirkju. Sangirnir, ið verður víst til, standa aftast í lærarabókini. Meira um evnið Tað, sum hevur týdning fyri innihaldið í kapitlinum, verður viðgjørt undir hesum punkti. Komið verður stutt inn á bíbliutekst, útleggingar, umstrídd evni, fakta o.a. Hugskot Hugskot til hvussu undirvísingin kann verða skipað eru til allar síður í næmingabókini. Nøkur hugskot eru samrøðuevni, onnur vísa læraranum, hvussu undirvísingin kann gerast meira spennandi, og uppaftur onnur eru størri og minni undirvísingarupplegg. Ætlanin er ikki, at lærarin nýtir øll hugskotini í lærarabókini. Aktivitetir Víst verður til spøl, bólkaarbeiði, tvørfakligt arbeiði, uppgávur o.a., sum kunnu gera undirvísingina meira viðkomandi og fjølbroytta. Av og á verður rátt til, at flokkurin ger ein lítlan leik. Her er ikki hugsað um at gera so nógv burturúr við búnum o.ø. Helst skal leikurin verða framførdur sama tíma. Royn og fá flestu næmingar við. Tey, ið ikki hava nakran aktivan leiklut, kunnu t.d. vera djór, fuglar, einglar, steinar, blómur o.s.fr. Skapandi arbeiði tekur tíð, og lærarin má tí viga undirvísingina soleiðis, sum hann heldur vera best fyri at røkka ávegismálunum í námsætlanini. Tað ber ikki til at nýta øll hugskotini og allar aktivitetirnar, sum verða nevndir í lærarabókini, tí til tað er skúlaárið ov stutt. Snar Bókaheildin hevur eina síðu á Snar, sum støðugt verður útbygd. Síðan er á sonevndu bókahillini. Beinleiðis slóð til síðuna
Kristni 5 - Lærarabók
Kristni 5 - Lærarabók