Skip to main content

Kular Røtur

Høvundur :

Steintór Rasmussen,

Ein góð sangbók til fólkaskúlan

Nýggj sangbók við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum. Edward Fuglø hevur hegnisliga myndprýtt hesa sermerktu útgávu, og soleiðis givið sangunum litir og lív. Ein væl egnað sangbók hjá børnum, ið ganga í skúla. Tvífløga við sangunum fæst til keyps.

Til barnaárini hoyra sangur og tónleikur, eins og sól og fuglasongur eigur at vera um summarið og jól og kavamenn um veturin. Tí eru Kular Røtur eisini ein góð sangbók hjá børnum, ið ganga í skúla. Børnini hava tikið óføra væl ímóti Kulu Rótunum, og higartil eru komnar tríggjar fløgur út við teimum. Tíðin hevur víst, at sangir sum Hon er omma mín, Karin, Vera og Tey kalla meg Babe eru vorðnir fólkaogn. Flestu tekstirnir bera uppá rím, og løg eru til allar yrkingarnar uttan tvær, har orðini verða rappað. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava í felag givið út sangbókina Kular Røtur, sum Edward Fuglø hegnisliga hevur myndprýtt og Magni Husgaard hevur gjørt nótasats til. Ein nýggj tvífløga er at fáa í handlunum við øllum sangunum, ið eru í sangbókini.