Skip to main content

Lær teg enskt

Mállæra

Høvundur :

Ása Hátún, Una Poulsen,

Price :

<p>218.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90206/0/3423/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er skrivað út frá royndum hjá høvundunum sum lærarar í fólkaskúla og læraraskúla. Lær teg enskt er skipað á vanligan hátt, har ið orðaflokkarnir verða viðgjørdir hvør sær.

Føroyskt og enskt verður samanborið, tá ið hetta er gagnligt, og bygt verður á tann málkunnleika, sum næmingarnir hava úr føroyskum. Bókin byrjar við einum stuttum yvirliti yvir ljóðlæru og almennar stavsetingarreglur. Mállærureglur standa í littum kassum, og har tað hevur borið til, standa dømi út fyri kassunum. Tekningar stuðla dømunum. Aftast í bókini eru leitorð, sum vísa til greinar.

Lær teg enskt
Lær teg enskt