Skip to main content

Mandy on holiday - Sangir

Lærarafløga

Price :

<p>250.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90206/0/5147/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Til læraran er gjørd fløga við sangunum úr lesibókini. Á fløguni eru 24 sangir, ið børn og vaksin syngja. Kend løg sum Sing a rainbow, the alphabet song, Old MacDonald og Mary’s boy child eru við. Fløgan er ætlað lærarum sum ein hjálp til at syngja enskar sangir við flokkinum. Pauli Hansen og Herluf Lützen hava lagt fløguna til rættis. Teir eru eisini tónleikarar á fløguni, og hava harumframt staðið fyri upptøkuni.

Tey, ið syngja eru: Rasmus V. Samuelsen, Konni Kass, Sølvi Mortensen, Símun Lützen, Joanna Johansen, Kinna Poulsen og Pauli Hansen.
Mandy on holiday - Sangir
Mandy on holiday - Sangir