Skip to main content

Matur í myndum

- kókibókin til tey smáu

Høvundur :

Sigrid Dalsgaard,

Matur í myndum er ein øðrvísi og stuttlig kókibók, har allar uppskriftirnar eru í litmyndum við so lítið av teksti, sum gjørligt. Flestum børnum dámar væl at gera mat, uttan at tey vaksnu blanda seg ov nógv uppí, men tað kann vera trupult hjá teimum at lesa uppskriftirnar, serliga teimum, ið ikki eru so roynd í lesikynstrinum. Í hesi bókini eru uppskriftirnar einfaldar.

Barnið skal bara fylgja myndatekstinum, ið er sera eyðskiltur. Ætlanin við myndunum er eisini at geva børnunum høvi at læra seg rætt arbeiðslag í køkinum, og sjálvandi er best, um onkur vaksin er saman við børnunum, tá ið tey fáast við t.d. bakarovn, kókandi løg ella heitt feitt. Bókin kemur væl við, bæði heima við hús, á dagstovnum og ikki minst í skúlum, har nýggja lærugreinin handaverk og list, í 1.-7. flokk, hevur heimkunnleika sum kravda lærugrein. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út í felag.

Matur í myndum
Matur í myndum