Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar

Snípa. 2 fjaðrar

Høvundur :

Sólrún Michelsen,

Teknari :

Olivur við Neyst

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Hetta er ískoytislesibók til byrjanarlesing. Tað serliga við hesari bókini er, at hon er prentað í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin bók við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal torfør bók við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi.

Morgun er gul Snípubók, ið er ætlað 1.- 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Ætlanin er at geva fleiri tílík lesivenjingarhefti út sum ískoyti til vanligu lesibøkurnar til byrjanarundirvísingina í føroyskum.
Snípurøðin Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunni og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1. – 3. flokki, tær bláu snípurnar 4. – 6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Í hvørjum liti eru trý torleikastig:
1 fjøður er løtt bók 2 fjaðrar er miðal torfør bók 3 fjaðrar er torfør bók

Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar
Morgun - Snípubók - 2 fjaðrar