Skip to main content

Mýrifípan

Skrivibók

Høvundur :

Hervør Jákupsson,

Bókin er ætlað skrivligum føroyskum í 4. flokki. Í bókini eru bæði bundnar og óbundnar, skrivligar og munnligar uppgávur, mállæruvenjingar, tekstvenjingar og stílar um vanlig gerandisevni. Mýrifípan er býtt sundur í fýra høvuðspartar: Summar, Heyst, Vetur og Vár. Roynt hevur verið at gera eina bók, sum hevur støði í tí føroyska nútíðarsamfelagnum, og dentur er lagdur á at taka evni fram, sum øll føroysk børn kenna. Í summum førum verður tann gamla tíðin samanborin við ta nýggju, men hetta verður einans gjørt, so at børnini skulu skilja okkara nútíðar samfelag. Bókin bjóðar til evniskunnandi arbeiði og eigur at nýtast soleiðis, um sum mest skal fáast burturúr.
Mýrifípan
Mýrifípan