Skip to main content

Orðaskyn

Mín fyrsta orðabók

Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur. Í bókini eru eini 3.000 orð og einar 450 myndir. Navnorð, sagnorð og lýsingarorð eru bend, og øll orðini verða lýst í setningum. Orðaskyn er eisini hent hjá eldri næmingum og vaksnum, tí í henni standa tey vanligastu orðini, og hon er hent, um onkur ivast í, hvussu eitt orð verður stavað, hvat kyn tað er, ella hvussu tað verður bent.
Orðaskyn
Orðaskyn