Skip to main content

Perbók

Lesibók við avmarkaðum orðatilfari

Høvundur :

Jeffrei Henriksen,

Hetta er lesibók til byrjanarlesing, ið nú kemur út í nýggjum búna. Herálvur Jacobsen hevur myndprýtt. Perbók er gjørd við tí eina endamáli at veita venjing í lesing til teirra, sum tílíka venjing tørva. Nøkur av teimum vanligastu orðunum í málinum eru vald út og verða tikin upp í saman, til myndirnar av teimum munnu sita fastar í huga teirra, sum lesa. Byrjað verður við heilt stuttum orðum, men so við og við verða longri orð tikin upp ímillum hini.