Skip to main content

Pit Stop #5 - Topic Book

Høvundur :

Benthe Fogh Jensen, Chris Carter,

Price :

<p>228.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90206/0/7501/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Tekstasavnið eitur Topic Book og verður altíð brúkt eftir leiðbeining úr Task Book. Savnið er skipað í 6-7 eftir einum føstum leisti, t.v.s. tey verða lýst úr ymiskum sjónarhornum ígjøgnum eitt úrval av tekstum umboðandi ymisk tekstasløg. Hesi eru aftur býtt upp í “Basic Texts”, “Extra Texts” og “Wilbur’s World” ella “Tam’s Tricks”. Allir næmingar arbeiða við “Basic Texts”, sum eru eyðkendir við síni hvítu bakgrund í bókini. Til 6. og 7.flokk enda “Basic Texts” altíð við einum skaldskaparligum teksti, sum burturav er til at njóta og tískil ongar uppgávur hevur. “Extra Texts” umboða ískoytistekstir og hava altíð eina litta bakgrund. Hesir kunnu nýtast eftir tørvi og áhuga til antin næmingalagaða ella floksstýrda undirvísing. Felags fyri tekstirnar í røðini er, at teir fangandi fyri hvønn aldurbólk sær. Eftir “Extra Texts” kemur “Wilbur’s World” í 6. og 7. flokki og “Tam’s Tricks” í 5., 8. og 9. flokki. Hesar eru skemtisøgur fyri allan flokkin, sum serliga leggja seg eftir at venja næmingarnar at lurta og skilja. Kjarnuglosur eru á øllum síðunum. Harumframt eru eykað glosur fyri hvønn tekstin sær aftast umframt ein alfabetiskur glosulisti. Allir tekstir eru eisini á fløgu sum mp3 fíla, (t.v.s. kann bert nýtast á teldu). Mp3 fílan er viðfest í Topic Book og umboðar ymiskar enska úttalu. Harumframt eru ymisk ljóðbrot eisini á heimasíðuni hjá Pit Stop.
Pit Stop #5 - Topic Book
Pit Stop #5 - Topic Book