Skip to main content

Plussbók

Vit rokna

Høvundur :

Katrin Gullbein,

Plussbók er annað heftið til byrjanarundirvísing í støddfrøði, ið Føroya Skúlabókagrunnur gevur út. Hitt heftið er Talbók. Plussbók er ískoytistilfar og kann brúkast, tá ið tørvur er á at læra og venja at leggja saman. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir læra seg at seta tøl og stykki vakurt og greitt upp.

Høvundur er Katrin Gullbein, lærari. Plussbók er ískoytistilfar og kann brúkast, tá ið tørvur er á at læra og venja at leggja saman. Her kunnu næmingarnir venja at leggja saman, bæði við og uttan mentu og at seta roknistykkini vakurt upp. Fyrra helvt av bókini er samanlegging við tølum minni enn 10. Í seinnu helvt, tølini omanfyri 10, eru einfaldar roknivenjingar at leggja tøl saman við serligum denti á at rokna við mentu.

Plussbók
Plussbók