Skip to main content

Prikkut vár - Næmingabók

Price :

<p>188.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90021/0/3406" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Prikkut vár, ið er framhald av bókin Dýr og dorg, er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Høvuðsevnið í bókini er samvera millum menniskju. Bæði millum børn og millum børn og vaksin. Í bókini eru nógv ymisk tekstasløg, t.d. søgur, yrkingar, sálmar, sangir, kvæði, myndasøga, brævkassi, bløðini skriva, spøl, hugskot og uppskot at arbeiða við, ein leikur og mállæra. Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum. Eisini er fløga og band við sangunum í bókini.

Søgurnar eru um børn á 11-13 ára aldri og mangt og hvat, ið tey dagliga uppliva. Hvussu tað kann vera í skúlanum, og hvussu tað kann vera heima, og hvussu børn kunnu hava tað sínámillum. Um at hava góðar vinir ella ongar vinir, um at vera einsamøll og bangin. Og sjálvandi eru eisini stuttligar og spennandi søgur. Tað mesta av hesum hava børnini sjálvi upplivað ella hoyrt onnur siga frá. Tí er alt í bókini sovorðið, sum øll børn kunnu siga frá og práta um. Hóast nógv er at lesa í bókini, er eisini lagdur dentur á, at næmingarnir skulu sleppa at siga frá, sleppa at spæla og tekna. Og nógv av tí, sum er í bókini kann verða nýtt saman við øðrum lærugreinum, t.d. evning, smíði, handarbeiði ella í køki.

Prikkut vár - Næmingabók
Prikkut vár - Næmingabók