Skip to main content

Regnskógurin

Hvat gat eg sagt...

Høvundur :

Elinor Greenwood,

Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska forlagnum og borga fyri, at innihaldið er fullgott. Regnskógurin, ið Magni Joensen, lærari, hevur týtt, greiðir frá mongu dýrunum, ið krógva seg í regnskóginum. Tikarar, slangur og sjimpansur umframt flogeðlur, silkiapur og letidýr – fyri bert at nevna nøkur av teimum. Lesarin verður kunnaður um týdningin, regnskógurin hevur fyri alt livandi á jørðini. Hinar báðar bøkurnar í røðini eru Havið og Rúmdin.

Regnskógurin
Regnskógurin