Skip to main content

Rokna

Telduforrit

Høvundur :

Andrias Hammer,

Telduforritið Rokna er ætlað børnum 6 – 10 ár (1. – 3. flokki ). Andrias Hammer hevur forritað, teknað og sett upp. Hetta er eitt undirvísingarforrit í støddfrøði til skúla- og heimabrúks. Børnini kunnu venja: - at telja - at seta tøl í rætta raðfylgju - at leggja saman - at draga frá - at tekna mynstur og at spegla.

Sum nakað nýtt ber til hjá skúlum o.ø. at keypa nýtsluloyvi (lisens) til forritið frá Bókamiðsøluni. Nýtsluloyvi til skúlar kostar: Skúli 1: 300,00 kr. Skúli 2: 500,00 kr. Skúli 3: 800,00 kr. Skúli 4: 1100,00 kr. Skúli 5: 1400,00 kr. Skúli 6: 1700,00 kr. Prísirnir eru uttan mvg. Viðm.: Næmingum skúlans er í hesum føri loyvt at nýta forritið Rokna heima. Onnur nýtslugjøld eru: Einstaklingar: 149,00 kr. v/mvg. Nýtslugjald til 5 teldur: 600,00 kr. v/mvg.

Rokna
Rokna